Skriva út

Fólkakirkjan – ein samansett eind

09.05.2024 Tíðindi

Fólkakirkjan (fyrsti partur) 

Tosað verður um fólkakirkjuna sum um talan var um eina kirkju, ið verður stýrd úr erva av biskupi og fólki í umsitingini. Henda niðurstøðan er ikki røtt og krevur nærri nágreining. 

Føroyska fólkakirkjan er ein samansett eind við 62 kirkjum, ið verða nevndar kirkjusóknir. Hvør kirkjusókn er ein sjálvstøðug eind bæði stjórnarliga, fíggjarliga og kirkjuliga.

Við atliti at regluverki, læru, boðan og fígging eru kirkjurnar yvirskipað bundnar saman í eina eind, ið vit nevna FÓLKAKIRKJAN. 

Henda yvirskipaða eindin, ið fevnir um nógvar ymiskar kirkjur, er Biskupsdømi Føroya ella Stiftið. 
Biskupur er prestur, sum umframt orðsins tænastu hevur fingið litið til evstu umsjón og umsorgan við biskupsdøminum. 

Lokalt sjálvræði
Limir fólkakirkjunnar hoyra til eina ávísa kirkjusókn, ið skipar seg fólkaræðisliga. Fjórða hvørt ár er val, og kirkjuráðið verður valt av nýggjum. Limirnir, ið sita í kirkjuráðunum, umboða tann samlaða skaran av limum í kirkjusóknini.

Kirkjusóknin hoyrir til eitt ávíst prestagjald, ið fevnir um tvær ella fleiri kirkjusóknir.

Tær staðbundnu kirkjurnar eru rættiliga ymiskar við atliti at teimum fysisku kørmunum. Eisini eru ymisk sjónarmið t.d. í tulkingini av teimum bíbilsku tekstunum. Serliga í etisku málunum er ymiskleikin sjónligur frá einari kirkjusókn til aðra.

Kirkjuráðini taka sær av dagliga rakstrinum av kirkjuni, so bygningurin er í góðum standi. Ráðini skapa kirkjuni bestu kor fyri lívi og vøkstri. Kirkjuráðini kalla kirkjutænararnar: Dekn, urguleikara og klokkara. 

Kirkjuráðini í prestagjaldinum kalla og kjósa sær sín egna sóknarprest sum hirða hjá staðbundna kirkjuliðinum. Rætturin at kalla sóknarprestin liggur hjá staðbundnu kirkjusóknunum.

Fyri at skilja fólkakirkjuna er tað umráðandi at varnast, at tað eru kirkjuráðini, ið velja sóknarprestin, og sum avgera, hvørt kirkjuliðið fær prest við áskoðan ein ella annan veg. Tað er ikki biskupur, ið kallar prestarnar. Biskupur samskipar tó valið av presti.

Tað er júst her í teimum lokalu eindunum, vit kunnu føra kirkjupolitikk. Tað er lokalt, at tær stóru avgerðirnar verða tiknar við atlit at áskoðan prestsins til ávís trúar mál ella etisk mál.

Hava vit eina meining um, hvussu kirkjan skal síggja út og virka, kunnu vit gera okkum galdandi lokalt. Eitt neyvt samskifti við hin einstaka limin í fólkakirkjuni og avvarðandi kirkjuráð er gagnligt.
Í sóknarkirkjuni hevur hin einstaki limurin í fólkakirkjuni møguleikan til beinleiðis at ávirka gongdina í allari fólkakirkjuni.

Lokala sjálvræðið velur sostatt prest, biskup, Føroya Stiftsstjórn og Próstadømisráðið.

Biskupur virðir og staðfestir sjálvræðið hjá tí staðbundnu kirkjuni. Sjálvræðið er fólkaræðisliga ankrað í almennum regluverki, sum Løgtingið setir í verk og tann politiska fyrisitingin varar av. 

Fólkakirkjan er felags ogn
Givið er, at fólkaræðið avmarkar biskupsins møguleikar til einsamallur at fremja ella seta í verk mína egnu áskoðan á tí kirkjuliga økinum. Fólkaræðið gevur rættindi og samstundis avmarkar tað okkara egnu møguleikar. Eingin eigur fólkakirkjuna einsamallur. Fólkakirkjan er felags ogn.

skal vera rúm fyri øðrum enn einans mær og mínum javnlíkum. Tað skal vera rúm fyri øllum, ið ynskja sær innivist í fólkakirkjuni.

Tá tað er sagt er ein viðkomandi avmarkingin eftir at nevna. Fólkakirkjan er skipað við almennum lógum og almennum regluverki. Fólkakirkjan er innihaldsliga grundað á Bíbliuna og játtanarrit kirkjunnar. Kirkjan er sostatt greinað løgfrøðiliga og greinað andaliga.

Talan er og skal framvegis verða um vítt til veggja og høgt til loftið. Hóast hesa stóru vídd eru tað skrivligar ásetingar, so fólkakirkjan ikki verkliga ella andaliga verður ein markleysur óskipaður marknaður.

Skipanin er burðardygg
Fólkakirkjunar skipan staðfestir eitt høgt mál av lokalum sjálvræði. Skipanin tryggjar eina virðiliga og gongda leið fyri hin einstaka og samanhangin í eini fjøltáttaðari samansettari fólkakirkju.

Fyri biskupsins egna verk og samvitsku. Fyri arbeiðsmøguleikarnar og samvitskuna hjá lokalt settum sóknarprestum. Fyri samvitskuna, sjálvvirði og virkisfýsni hjá dugnaligum lokalum kirkjuráðum.

Jógvan Fríðriksson