Skriva út

Fólkakirkjan – ábyrgd og samstarv

09.06.2024 Tíðindi

Fólkakirkjan (Fjórði partur)

Fólkakirkjan er limanna kirkja 
Limaskapurin í fólkakirkjuni gevur hinum einstaka persónlig og yvirskipað rættindi. Hetta er grundleggjandi fyri eini heildarfatan av samanhanginum í eini fólkakirkju við ymiskum brigdum.

Kirkjulívið er ymiskt frá einari kirkju til aðra. Kirkjuráðið og presturin á staðnum hava ábyrgd av tí hugsjónarliga og verkliga í staðbundna kirkjuliðinum. Hóast kirkjan er skipað við almennum lógum og innihaldsliga greinað út frá játtandi ritum, so hevur fólkið á staðnum ein virknan leiklut í avgerðini, hvussu kirkjan tekur seg út og virkar í nærumhvørvinum. 

Fólkakirkjan og staðbundin ávirkan
Sum almenn og fólkaræðisliga skipað er kirkjan at líkna við eitt stórt skip í sjónum. Tað tekur tíð – og viðhvørt drúgva tíð – at gera smærri broytingar. Ynskja vit ávirkan, mega vit fara inn í tað stóra kervið og ávirka tann vegin, vit ynskja, at kirkjan skal fara ella vera.
 
At kirkjan er ein fólkakirkja merkir júst tað, at sjónarmiðini í einum fólkaræði telva eitt talv innan givnar karmar.
 
Tess vegna er líkasæla og óvirkni ein hóttan fyri eina fólkaræðisliga skipaða kirkju. Óvirkni limanna er álvarsom hóttan hjá fólkakirkjuni, tí fjølbroytni viknar og tey samsintu, ið støðast og eru rímiliga nøgd, fáa størri vald. Vandi er tá fyri, at nógv fer í tómgongd, og als einki hendir. 

At gera sína ávirkan galdandi
Onkuntíð verður hildið, at tað er leingi at bíða eftir ávirkan, tí val til kirkjuráðið er einans fjórða hvørt ár. Tað er nakað um tað, men hetta er ikki allur sannleikin. Kirkjan sær tilveruna úr einum søguligum og siðsøguligum horni, har nútíðin er liður í eini longri søgu ávegis fram í tíðina.
 
Kirkjan skal virka í tíðini og taka nútíðina í álvara við einum ævinleikans sjónarringi. Um kirkjan burturav dvølur í nútíðini, rakar hon við síðuna av málinum sum evangeliskur boðberi um Kristus.
 
Um kirkjan í prædiku og orðum einans dvølur í søguligari tíð, kann hon fara skeiv av málinum og møguliga misrøkja sítt kall. Um kirkjan í nútíðini ikki tekur virkna medábyrgd av tilveru fólksins, verður hon til vegna síns sjálvs og svíkir kallið at tæna menniskjum í Jesu navni.

Kirkjuráðið er staðið, har limir fólkakirkjunnar kunnu venda sær við hugskotum. Prestur er sum føddur limur í kirkjuráðnum altíð við í samrøðuni, tá ið kirkjupolitisk mál eru á skrá.

At taka virkan leiklut í kirkjuliðinum og bjóða seg fram sum valevni til kirkjuráðið er ein gongd leið hjá øllum, ið halda, at ábøtur eru neyðugar. 

Samtala, samstarv og samverk 
Aloftast gongur tað kirkjuliga arbeiðið í staðbundnu kirkjuni væl. Tá ið alt vignast, og verk verða avrikað í friði innanveggja, spyr fáur, hvør hevur myndugleikanum á økinum.

Samtalan ímillum kirkjuráðið, kirkjutænararnar, tænastufólk kirkjunnar og prestin er avgerandi fyri trivnaðin partanna millum og trivnaðin í kirkjuliðinum.
 
Samtalan, ið onkursvegna minnir um samtalurnar við starvsfólkini í eini fyritøku, er neyðug. Tað er altavgerandi, at allir partar eru kunnaðir um ætlanirnar hjá staðbundnu kirkjuni. Felags vitan minkar um vandan, at onkur kennir seg uttanfyri ella beinleiðis verður hildin uttanfyri.
 
Samstarv og samverk verða stýrd av skrivaðum og óskrivaðum lógum og siðvenju. Tað er umráðandi fyri nøgdsemi í kirkjuliðinum, at vit kenna munin á formligum normum, ið eru ásettir í reglum og lógarverki, og siðvenjuni.
 
Alla ta tíð tað gongst væl, er siðvenjan góð. Tá ið ósemja ella tvídráttur taka seg upp, er siðvenjan víkjandi fyri tí, ið verður ásett í lógar- og regluverki kirkjunnar. Formlig vitan og fakligur kunnleiki eru neyðug og gagna øllum. 

Ábyrgd kirkjuráðsins – nýtsla av kirkjuni
Tá ið talan er um nýtsluni av kirkjuni, er kirkjuráðið í flestu førum myndugleikin. Kirkjuráðið hevur ta løgfrøðiligu og ta fíggjarligu ábyrgdina av kirkjuni. Í tráð við henda veruleikan avger kirkjuráðið, hvat kirkjan verður brúkt til.
 
Tað er umráðandi, at bæði limir fólkakirkjunnar og kirkjuráðið eru tilvitað um, at tað kirkjuliga virksemið fyri tað mesta liggur í hondum hjá limunum. Kirkjuráðið umboðar limir fólkakirkjunnar í staðbundna kirkjuliðinum.
   
Eyðvitað hevur sóknarpresturin eina medábyrgd, tí prestur er føddur limur í kirkjuráðnum. Prestur fær fundarboð og tekur lut á fundunum hjá kirkjuráðnum. Tað er sostatt ikki einans prestsins lutur at avgera, um kirkjuliðnum verður boðið nógv ella væl minni virksemi.  

Løgligar ásetingar – virksemi í kirkjuni
Løgtingslóg nr. 42/2008 um at brúka kirkju og limaskap í fólkakirkjuni ásetir yvirskipað tað virksemið, ið fer fram í staðbundnu kirkjuni. 

Í § 1 verður endamál kirkjunnar ásett: “Kirkjan er til gudstænastur og aðrar kirkjuligar tænastur.”

Kirkjan fevnir í dag um nógv og fjølbroytt virksemi. Tó, høvuðsendamálið eru gudstænastur og kirkjuligar tænastur: T.d. dópur, ferming, brúðarvígsla og jarðarferð.

Afturat gudstænastuni og teimum klassisku tænastunum er annað virksemi í kirkjuni. Vit kunnu vísandi til nevndu lóg og t.d. nevna: Konsertir, fyrilestrar og kirkjulig ella listarlig átøk.

Í kirkjum, har fysisku karmarnir og fólkatalið loyva, eru aðrar gudstænastur í kirkjunum gerandisdagar, t.d. sálmasangur fyri smábørnum, sálmakvøld og skrúvugudstænastur. 

Spekt og sómi – presturin ráðgevi
Ein afturvendandi spurningur er, hvat kann fara fram í eini kirkju. Her eru sjónarmiðini rættiliga ymisk, og málsøkið liggur hjá kirkjuráðnum á staðnum.

Onkustaðni er spennið vítt, og avmarkingarnar eru fáar. Á øðrum støðum er virksemið tann siðbundna gudstænastan sunnu- og halgidagar. Tað ljóðar møguliga ikki av nógvum, men er sera nógv og týdningarmikið á fámentum støðum.

Lógin um at brúka kirkju og limaskap í fólkakirkjuni tosar yvirskipað. Hóast ítøkiligar avmarkandi orðingar verða nýttar, er ábyrgdin ankrað á staðnum. Talan er fyrst og fremst um tign og virðing.

§ 1. stk. 3 er soljóðandi: “Í kirkjuni skal spekt og sómi valda. Har skal onki vera ella fara fram, sum stríðir móti teirri tign, sum eyðkennir kirkjuna.”

Hóast hetta á ein hátt er eyðsýnt, vita vit, at tulkingin av tekstinum er rættiliga ymisk frá einum øki í landinum til annað, frá einari kirkju til aðra.

Tað letur seg gera at finna eina tulking, ið er galdandi í kirkjusóknini, tí sóknarpresturin er ráðgevi. Sóknarpresturin er bundin at sínum egna øki og er myndugleikin í prestagjaldinum við atliti at evangeliskari læru og boðan.
 
Tess vegna er møguleiki fyri, at kirkjuráðini í landinum koma til ymiskar niðurstøður alt eftir samtaluni við sóknarprestin á staðnum, ið er ráðgevi kirkjuráðsins.

§ 1. stk. 4 sigur: “Sóknarprestur gevur boð og leiðbeinir um, hvussu farið verður fram í sambandi við gudstænastur og kirkjuligar tænastur.”

Eru ivamál millum limirnar í kirkjuráðnum ella millum kirkjuráðið og prestin, kann málið verða lagt fyri biskupin til støðutakan. Hendir tað, er avgerðin hjá biskupi endalig.

Presturin ræður ikki einsamallur
Tá ið kirkjan er ogn hjá øllum limum fólkakirkjurnar á staðnum, er tað neyðugt, at ognarviðurskiftini og tey ymisku málsøkini verða greinað. Kunning og felags vitan eru altíð gagnlig. Samstundis minkar kunningin um møguleikan, at ávís misnøgd gerst darvandi ósemja.
 
Fyri at varðveita ein góðan tóna í kirkjuliðinum ræður um, at vit kenna lógarverkið. Lógin bæði heimilar og avmarkar.

Orðingin at byggja kirkju hevur ein dupult týdning, ein andaligan og ein verkligan. Andaliga eru vit í Jesu navni við til at byggja Guðs kirkju við evangeliskari boðan og kristnum manngóðum verki. At byggja kirkju er eisini verkliga at skapa kirkjuliðinum góðar umstøður og karmar. 

At byggja kirkju er ikki einmans avrik, tí kirkjuliðið skal andaliga standa saman og verkliga arbeiða saman. Kirkjuráðið er røddin hjá kirkjuliðinum. Kirkjuráðið er fólkaræðisliga valt at umboða fólkið. 

Við atliti at gudfrøði er talan um leik og lærd. Tey leiku innan gudfrøði kunnu verða tey lærdu á øðrum kirkjuligum økjum. Tess vegna er samvinna og samstarv ímillum fakligu økini í kirkjuni alneyðug. Tað er torført at byggja kirkju uttan virðing, álit og samstarv. 

Nýtsla – ábyrgd kirkjuráðsins
Hugsa vit um virksemið inni í sjálvari kirkjuni kunnu vit siga, at kirkjuráðið er myndugleikin á økinum í væl størri mun enn presturin, tá ið hugsað verður breiðari enn tær klassisku kirkjuligu tænasturnar.

A: Allar yrkadagar og uttanfyri vanliga kirkjutíð hevur kirkjuráðið ábyrgd av øllum virksemi kirkjunnar og tí, ið fer fram í kirkjuni.
 
B: Tiltøk sum t.d. konsertir, løtur fyri børn/ung, eldrasamkoma og upplýsandi fundir eru ábyrgdin hjá kirkjuráðnum. Kirkjuráðið kann lata øðrum í hendi at skipa fyri og føra tann verkliga partin av tiltøkunum út í lívið.
 
Soleiðis er tað kirkjuráðið, ið avger, hvat og hvussu nógv virksemi er í kirkjuni yrkadagar og afturat tí vanligu kirkjutíðini sunnu- og halgidagar. 

Tó, eitt virðiligt og fruktagott samstarv millum kirkjuráðið og prestin er lívsneyðugt fyri kirkjuliðið og trivnaðin í kirkjuliðinum.

At hava vald, makt og myndugleika er ábyrgdarfult. Maktin er altíð best, um hon ongantíð verður brúkt.

Í kirkjuni mega vit samvinna og samvirka.

Nýtsla – ábyrgd prestsins
Í fimta parti verður tænasta og virki prestsins umrøtt. Tað omanfyri standandi staðfestir, at ábyrgdin, ið mangan burturav verður løgd á prestsins herðar, er ein felags ábyrgd hjá kirkjuliðinum.
 
Hóast sóknarpresturin hevur alstóra ábyrgd, verða á hesum sinni við atliti at nýtsluni av kirkjuni einans nevnd tvinni økir, har sóknarpresturin hevur myndugleikan.
 
A: Sunnu- og halgidagar millum kl. 10 – 14 hevur sóknarpresturin ábyrgd av øllum tí, ið fer fram í kirkjuni. 

B: Tá ið jarðarferðir ella aðrar kirkjuligar tænastur eru í kirkjuni, er sóknarpresturin myndugleikin og eigur rættin at nýta kirkjuna. 

Mint verður enn einaferð á, at samtala og samstarv eru mikið betri enn spurningurin um valdið. Tað besta svarið um vald og myndugleika er støðan, tá ið tað als ikki er neyðugt at seta spurningin.