Skriva út

Føstutankar

10.02.2026 Tíðindi
Armgard

Tað er ein løgin tíð vit liva í, men tað hevur mann ivaleyst altíð hildið. Á døgum Sokratesar segði mann, at ungdómurin var ólátaður og alt gekk sína skeivu gongd. Kríggj og sóttir hava herjað, ørir menn hava tikið ræðið og hava sindrað alt og øll, vankunna og ótti fyri tí, sum veit betur.

Munurin frá fyrr til nú er, at vit síggja tað, tá tað hendir. Vit sita trygg og heit heima í sofuni við kaffi og føstulávintsbolla og síggja neyðars menniskjuni í Kiev, fólkini í Minnesota, ræðuleikar í Afrika og vit kunnu halda á at reksa støð upp.

Men tað er ikki alt sum rørir okkum. Síggja vit eitt barn, sum er við at drukna í Hoyvíkstjørnini, ja, so loypa vit á bláman, men barnið sum druknar í Miðalhavinum ? Vit lata hendurnar søkka og zappa víðari á aðra kanal.

Vit gerast onkursvegna karrá og immun fyri hinum menniskjanum, tí hvat kann eg gera ?

Vit liva eisini í eini tíð, hóast vit hava almikið at gera, so ivast vit í, hvørji vit eru. Vit vilja hava me time, hvussu sært tú meg, hvat vil eg, gudstrúgvin er kanska gliðin burtur, og lívið rópar eftir tær um at brúka tíðina rætt, royn at flýggja frá deyðanum.

Et, syng og verð glað, tí í morgin skalt tú doyggja.

Ongin vil doyggja, men ongin vil verða gamal, so vit brúka creme, sum er anti age, vit renna og spekja okkum og alt gott um tað, vit fylla okkum við rivnum gularótum og havragrýni, men gloyma sálina. Vit royna alverðsins skeið og hættir at kyrra sálina.

Tað er onki gott at verða gamal og síggja rukkur ella búk, sum hevur arr frá keisaraskurði ella blindtarmi. Vit skera her og har og lyfta eygnalok og boppur, so vit standa sum strammaði fólk, sum renna undan sjálvum lívinum.

Í kirkjuni hava vit almikið, sum menniskjan eisini í dag leitar eftir og keypir dýrt, nevniliga føstuna, tí hon er tíðin, har vit kunnu fara í annað gear, gáa um, rannsaka teg í 40 dagar og spyr: “Er hetta tað ? hvat skal til ? hvat skal eg koyra burtur ? ella...hvat kann eg gera fyri onkran annan....? Hvør er mín næsti og hvør eri eg næsti hjá ?”

Hvat trýrt tú uppá ? Hvussu er við klumpassini hjá tær ? Pápi plagdi at siga frá, tá skip sigldu inn í fjørð og stillaðu kumpassina, so kumpassin vísti rætt, men hvat sigur kumpassin í dag, har tað, sum var í gjár ikki er í dag. Har menn sum hava mátt og megi kunnu ørkymla og ræða allan heimin. Har einstaka menniskja ongan týdning hevur, men ávirkan og peningur hava alt at siga.

Vit liva í eini tíð, sum vendir alt á høvdið. Heimsins kosnu leiðarar sáa iva, ampa og split, og mann fer at hugsa um bíbilsk fyribrigdi, sum lygnanna faðir,  hann sum skapar spjaðing og orðini skapa ótta. Tað sum tey siga í dag siga tey ikki í morgin. Eins og foreldur sum ørkymla barnið, sum siga eitt í dag og annað í morgin, so tað fer at pleasa og snúgva sær og fer at ivast í egnum virði og álit á øðrum menniskjum.

Hvat er veruleiki og ikki ? Fyri ikki so nógvum árum síðani, so vóru sagdar søgur við børn um marmennil og huldumenn og annað fyri at ræða tey, so tey ikki fóru oman í fjøruna ella ansaðu sær úti í gerandisdegnum. Børnini spældu úti og mamman var sum oftast heima. Í dag eru vit mammur úti og børnini í dag eru inni og  hava fingið tól í hendi, sum letur tey síggja slíkt, sum vaksin ikki høvdu megnað at sæð. Og vit undrast á, hví børn eru bangin og ótrygg og hava so nógvar diagnosur.

Og so stendur nógva staðni at lesa, at prestar kunnu brúka Vitlíka, tá teir skulu fyrireika prædikur, tí tað er lætt at spyrja Vitlíka, hvat hevur týdning í tekstinum, hvat skal eg siga fólkinum úti í Nólsoy ella Hoyvík. Hvussu fái eg tað livandi ?

Vanliga hevur mann hildið, at prestur ikki spurdi eitt tólmenni, men bað Heilaga Andan at hjálpa sær at skilja tekstin, so orðini vóru livandi fyri honum ella henni á beinkinum í kirkjuni. At prestur tók brókatøk við orðini, so tey blivu veruleiki fyri tí  sum var í kirkju. Men í dag kann presturin í Keypmannahavn ella Århus siga neyvt tað sama sum presturin í Havn ella Kvívík. Og er tað í lagi ? Er tað í lagi at eitt tól kemur millum teg og persónligan Guð ?

Er alt endað í kulturkristnum kirkjum ella børn sum tekna og eta hakkikjøt afturvið ?

Vit hava livað í tíð, har vit ikki hava havt kríggj, har alt bar til og sólin sá. Vit hava koyrt kríggið á ymisk krígssøvn, tí kríggj í okkara tíð og soldátar ? Nei, tað er ikki komið okkum til hugs.

Tá eg var ung, so mótmæltu fólk Barseback kjarnorkuverkinum, sum var í Svøríki og søgdu nei til EEC og friðargongur  og make love, not war. Tað var ein vón um betri heim, har blómur vóru settar í byrsumúlan og ongantíð kríggj aftur. Múrar rapaðu og vit sungu um frælsi og heimurin var nú endiliga við at bera eitt betri stað, men soleiðis varð tað ikki.

Havi ofta hugsað kirkjuna, sum ein griðstað, eitt bumbuskýli, eitt helle. Tað hevur hon verið og tað er hon enn, tí ikki er lætt at vera menniskja, men lívið er tað besta vit hava, og eru vit komin í heimin so skulu vit avstað aftur.

Megamussell stellið, vøkru trappurnar og málningarnir eru kvirrir og kunnu ikki veita nakra hjálp, tá á stendur, men so satt sum vit siga vit eru kristin, so má aðalmálið vera, at nakað størri og vakrari er til enn eg og tú og til ber at koma í samband við tað.