Skriva út
Føstuguðstænastur í Miðvágs kirkju
26.02.2010 Tíðindi

Eftir øllum at døma eru fólk glað fyri føstuguðstænasturnar í Miðvágs kirkju hóskvøld kl. 20. Eisini í gjárkvøldið, tá kvívíksprestur vitjaði okkum, var nógv fólk í kirkju. Ja, sum ein hampuligan sunnudag.
Hetta, at fremmandir prestar koma at vitja, er jú altíð hugaligt. Eitt øðrvísi prædikulag gevur nýggjar vinklar. Og í gjárkøldið var sálmasangurin framúr. Vanliga verður roynt at hava okkurt serstakt tónleikaligt innslag umframt sálmasangin. Eftir guðstænastuna er kirkjukaffi. Enn er hølið í kirkjukjallaranum ikki tøkt, tí er hendan hugnaløtan í Missiónshúskjallaranum.
Hesar føstuguðstænastur eru eftir:
4. mars, Henning Bøgesvang prædikar og sangbólkurin Ljós syngur 11. mars, Uni Næs prædikar og Jóhan og Jón Eli syngja 18. mars, Derhard Olsen prædikar og messingkvintet spælir 25. mars, Hanus á Gørðum prædikar og Kirstin og Terje syngja
Og sjálvsagt eru bæði allir miðvingar eins og øll avbygdafólk hjartaliga vælkomin.
Kirkjuráðið
Onnur tíðindi