Føsta í Sandavágs kirkju

Aftur í ár verða tríggir fyrilestrar í Sandavágs kirkju í føstuni.
Fyrsta framløgan verður týskvøldið 10. mars klokkan 19.30.
Tá fer Bergur Debes Joensen, prestur og formaður í Etiska Ráðnum, at tosa um Etiska Ráðið við undirheitinum. “Hvat hvør, hvussu.”
Týskvøldið 17. mars kl. 19.30 hevur Lena Reinert, málfrøðingur og deknur, framløgu um mál í kirkjuni.
Skilja øll tað málið, sum í ávísum førum verður lisið í kirkjuni at ? Ella eiga vit kanska bara brúka meira “moderna” mál? Og ikki minst, hvat vit kunnu loyva okkum at brúka sum kirkjumál.
Triðju framløguna, sum verður týskvøldið 24. mars klokkan 19.30 hevur Jógvan Ravnsfjall, fornfrøðingur og limur í Føroya Stiftsstjórn.
Hann fer at tosa um “at ganga í kirkju og at vitja kirkjur”.
Hvat uppliva vit, og hvat kunnu vit uppliva í okkara “egnu” lokalu kirkju, og ella tá vit vitja kirkjur aðrastaðni.
Eftir framløgurnar verður lagt upp til orðaskifti.
Endað verður við kirkjukaffi í forkirkjuni.