Skriva út

Føroysku sjúklingarnir eiga at vera høvuðsuppgávan hjá presti

15.09.2008 Tíðindi
Føroysku sjúklingarnir eiga at vera høvuðsuppgávan hjá presti

Leif Hansen, sum er Nólsoyingur, býr í Keypmannahavn, har hann millum annað virkar sum organistur í Samuelskirkjuni. Hann meinar, at tað er neyðugt við einum føroyskum presti í Keypmannahavn, sum hevur føroysku sjúklingarnar sum høvuðsuppgávu.

Í Keypmannahavn býr ein nólsoyingur, sum kallast Leif Hansen. Hann hevur búð í stórbýðinum síðani 2003 og hevur eina konu, Anne Mette, og tvey børn, Beinta og Helgi. Leif er so stoltur av at vera nólsoyingur, at hann hevur eina teldupostadressu, sum byrjar við nolsoyingur@ og so framvegis. Men tað er ikki tað einasta, hann er errin av. Nakað, sum fyllir nógv í lívinum hjá Leif, er fólkakirkjuliga bakgrundin og virki. Pápi hansara, Suni, hevur verið organistur í Nólsoyar kirkju í 45 ár, meðan mamman, Una, hevur verið deknur í somu kirkju í 25 ár. Abbin var eisini deknur. So tað kann ikki annað sigast, enn at Leif hevur fingið fólkakirkjunnar íblástur inn við móðirmjólkini.

- Eg kastaði meg bara í tað. Eg havi ikki fingið nakra undirvísing í orgli ella klaveri, men eg byrjaði bara og eri soleiðis sjálvlærdur. Eg byrjaði í kirkjuni í Nólsoy, men byrjaði so eisini at spæla í Vesturkirkjuni. Síðani tað havi eg verið organistur í Vesturkirkjuni hvørja summarferiu. Tað árið, eg búði í Føroyum eftir tíðina í Aalborg, var eg fastur organistur í Vesturkirkjuni, sigur Leif.

Síðani hann flutti til Keypmannahavnar í 2003, hevur Leif verið fastur avloysari í Samuelskirkjuni. Har hevur talan verið um bæði danskar og føroyskar gudstænastur.

- Í føroyska arbeiðinum havi eg, umframt at vera avloysari til føroysku gudstænasturnar, eisini verið nokkso nógv brúktur til andaktirnar á sjúklingahotellinum Hotel Tórshavn og á kapellinum á Ríkissjúkrahúsinum. Eg haldi tað vera sera týdningarmikið, at tað í Keypmannahavn er ein føroyskur prestur, við serligum atliti til teir føroysku sjúklingarnar, sum eru á Ríkissjúkrahúsinum og Hotel Tórshavn. Tað er hetta, sum eigur at vera fokus fyri tað føroyska arbeiði í Keypmannahavn, sigur Leif.