Skriva út

Føroyskar gudstænastur í meira enn hundrað ár

20.10.2008 Tíðindi
Føroyskar gudstænastur í meira enn hundrað ár

Føroyskar gudstænastur hava verið hildnar í Keypmannahavn í meira enn hundrað ár og sostatt eru tær byrjaðar langt áðrenn føroyskt var loyvt til gudstænastur í Føroyum.

Tað er ikki heilt vist, men fleiri vilja vera við, at føroyingar byrjaðu at savnast til gudstænastur í Keypmannahavn einaferð seinast í 19. øld. Men tað var ikki fyrr enn fyrst í 20. øld at føroyskar gudstænastur vóru hildnar javnan í Keypmannahavn. Talan hevur nokk verið um deknagudstænastur á føroyskum. Sostatt hava tað verið føroyskar gudstænastur í Keypmannahavn í meira enn hundrað ár. Hetta merkir samstundis, at føroyingar í Keypmannahavn kundu koma til føroyskar gudstænastur, langt áðrenn føroyskt varð loyvt sum gudstænastumál í Føroyum.

Føroyska arbeiðið í Keypmannahavn hevur ikki hildið til í einari ávísari kirkju alla tíðina, men hevur flutt eitt sindur aftur og fram. Frá Abel Kathrinukirkjuni til Mariukirkjuna. Frá Vartov kirkju til Christiansborg Slotskirkju.

Nú heldur Santa Ólavs Kirkjulið til í Samuelskirkjuni á Thorsgade á Nørrebro og hevur føroyska arbeiðið hildið til har tey seinastu 30 árini. Í hesi tíðini hevur føroyska arbeiðið eisini havt ein føroyskan prest at taka sær av arbeiðinum. Tann fyrsti føroyski presturin, sum varð settur í starv, var Peter Andrew Petersen, sum var avloystur av Bergi Jacobsen.

Tað er greitt, at føroyska arbeiðið í Keypmannahavn hevur eina langa og ríka søgu aftanfyri seg. Hetta gevur arbeiðinum eitt ávíst virði og grund til stuðul. Tað eru eisini fleiri, sum ikki eru greið yvir, at tað er eitt føroyskt kirkjuligt arbeiði í Keypmannahavn, og kenna heldur ikki søguna aftanfyri. Men her er hon so heilt stutt.

Øll eru hjartaliga vælkomin til føroyskar gudstænastur í Samuelskirkjuni á Thorsgade 65 hvønn fyrsta og triðja sunnudag í mánaðinum klokkan 14. Eftir gudstænasturnar er kirkjukaffi í kirkjukjallaranum. Meira fæst at vita um føroyska arbeiðið í Keypmannahavn á Samuelskirkjan.dk.