Føroyska fólkakirkjan – føroyingar uttanlands.

Á ólavsøku 2007 varð umsitingin av fólkakirkjuni yvirtikin. Sjálvt um kirkjan sum kirkja altíð hevur verið føroysk í Føroyum, ber yvirtøkan við sær nakrar broytingar. Kirkjan verður nú politiskt umsitin av Mentamálaráðnum við avvarðandi landsstýriskvinnu/manni á odda. Mentamálaráðið avloysir danska Kirkjumálaráðið.
Á odda fyri innaru virðum kirkjunnar er biskupur og síðani saman við honum Føroya Stiftsstjórn, ið telur tríggjar limir, harav tann eini er valdur av kirkjuráðslimum. Biskupur Føroya er nú føroyskur burturav, sjálvt um neyv samvinna er serliga við teir norðurlendsku biskuparnar.
Tá talan t.d. er um løggilding av sálmabók og ritualum er Løgmaður evsti myndugleiki. Løggildingin er eftir tilmæli frá biskupi, og biskupur fær ráðgeving frá serligari arbeiðsnevnd.
Hóast umsitingin er vorðin føroysk, so líkist gerandisdagurin í fólkakirkjuni í mangar mátar gerandisdegnum undan yvirtøkuni.
Nýbrot
At umsitingin av fólkakirkjuni kom á føroyskar hendur ber í sær nakað av nýggjum. Evsta ábyrgd av fólkakirkjuni er nú í Føroyum. Meðan danir áður tóku sær av kirkjuni, bæði lógarsmíð, stjórn og leiðslu, so er hetta nú ábyrgdin hjá teim føroysku myndugleikunum.
Eyðsýnd er broytingin, at hin føroyska fólkakirkjan ikki einans hugsar um fólkið í Føroyum. Møguleiki fyri øktum virkisøki er nú til staðar, tí føroyska fólkakirkjan kann taka atlit at tí veruleika, at fjøld av føroyingum eru uttanlands. Útbúgving og lestur. Landsmenn í útisetu ella varandi bústaði.
Løgtingslóg nr. 60 / 2007
Í løgtingslóg nr. 60 / 2007 § 8 stendur : “Fólkakirkjan kann hava prest í tænastu hjá føroyingum uttanlands, og til at røkja serligar uppgávur innlendis.”
Dupult atlit - A
Sum nakað nýtt er orðingin “Fólkakirkjan kann hava prest í tænastu hjá Føroyingum uttanlands..”
Kirkjurnar í norðurlondum, fólkakirkjurnar, hava drúgvar søguligar royndir í kirkjuligari tænastu uttanlands. Í Danmark kenna vit DKU, Dansk Kirke i Udlandet. Vit kenna DSK, Dansk Sømandskirke. Hesi bæði samtøk eru nú løgd saman undir navninum DSUK, Danske Sømands og Udlandskirker.
Føroyingar hava samstarvað við danir á hesum øki í fjórðings øld. Tað er FSK, Føroyska Sjómanskirkjan, ið hevur samstarvað við donsku sjómanskirkjuna. Føroyska fólkakirkjan hevur ikki verið fyrisitingarliga virkin í hesum arbeiði. Tað eru teir kirkjuligu myndugleikarnir í Danmark, ið hava havt høvuðsábyrgdina av arbeiðinum. Føroyingar hava gjørt tænastu bæði sum leikfólk og prestar, men málsøkið var danskt.
Nú er heimurin stórur, og tær norðurlendsku kirkjurnar kenna seg tætt knýttar hvør at aðrari. At samstarva er ein gongd leið, og tær norðurlendsku kirkjurnar, ið áður lógu lið um lið á somu gøtu í sama býi, velja nú at samstarva, so ein og sama kirkja umboðar fleiri lond. Norðurlond hava nógv til felags, og arvurin innan kirkju og mentan er runnin av somu rót.
Tað er upplagt at kanna støðuna hjá fólkakirkjuni við atliti at siglandi føroyingum. Hvussu menna vit hesa tænastu í neyvum samstarvi við FSK, DSUK og norðurlond sum heild? Hvørja leið skulu vit ganga? Hvar sigla føroyingar, og hvørjar havnarbýir vitjar teir? Hvør íløga er tann besta? Hvør er kostnaðurin?
Eisini eigur fólkakirkjan at vera tilvitað um tey ungu, sum eru uttanlands í útbúgvingar- og lestarørindum. Tey skandinavisku londini, Ísland og Bretland eru tey, ið biskupur hevur valt at raðfesta millum tey fremstu. Hvørja skipan skulu vit velja? Hvussu skipa vit eitt netverk ímillum fólkakirkjuna í Føroyum og tey ymisku føroyingafeløgini. T.d. hava vit havt føroyskar gudstænastur í London í neyvum samstarvi við føroyingafelagið, nú síðani fólkakirkjan kom á føroyskar hendur. Eitt skilagott og gevandi samstarv.
Dupult atlit – B
Í kirkjuligum høpi er afturlítandi nógv at fegnast um við atliti at samstarvinum við danir. Eitt arbeiði, sum føroyingar eru serliga fegnir um, er tað kirkjuliga umhvørvið í Keypmannahavn. Við vælvild frá dønum hava vit havt ein føroyskan prest við Samuelskirkjuna. Talan er eisini um eitt kirkjulið, Santa Ólavs Kirkjulið, ið saman við presti skipar fyri gudstænastum og øðrum átøkum.
Hugsa vit fólkakirkja, er vert at nevna missiónsarbeiðið við Eliaskirkjuna, har nógvir føroyingar samlast til møtir og sunnudagsskúla.
Skilagott er at standa saman, og sundurlyndi gagnar sjáldan. Tað eyðkennir føroyingar uttanlands, at vit virða hvønn annan. Tað letur seg valla gera at umrøða kirkjulig viðurskifti millum føroyingar í Keypmannahavn uttan at nevna Kristnastovu, har Brøðrasamkoman í mong ár hevur gjørt eitt væl skipað arbeiði.
Tíðin stendur ikki í stað, og danska fólkakirkjan er merkt av stórum bygnaðarligum broytingum. Serliga í høvuðsstaðnum verða gjørd inntriv. Tað skapti mikla umtalu, tá tað frættist at einar 7 – 10 kirkjur skuldu latast aftur.
Ímillum hesar kirkjur er Samuelskirkjan. Biskupur Føroya hevur munnliga fingið at vita, at tann dagin núverandi sóknarpresturin í føstum starvi leggur frá sær, verður tann føroyski presturin strikaður á donskum lønarlista.
Havandi í huga at fjøld av føroyingum býr í Keypmannahavn, og at stórt tal av føroyingum vitjar Ríkissjúkrahúsið, verður staðfest, at tað er sera uttanhanda hjá føroysku fólkakirkjuni, um eingin føroyskur prestur virkar í høvuðsstaði dana. Fólkakirkjan eigur at kenna sína ábyrgd eisini á hesum øki.
Eisini í øðrum donskum býum virka føroyingar. Neyðugt er at skráseta, lýsa og meta um støðuna, hvussu føroyska fólkakirkjan sum heild kann røkja sína uppgávu í Danmark.
Norðurlond og Bretland
Sjálvt um føroyska fólkakirkjan er í einum neyvum samstarvi við donsku fólkakirkjuna, eitt samstarv sum er vert at lívga og menna, so búleikast føroyingar so víða. Í fyrstu syftu avmarka vit okkum til Norðurlond og Bretland. Tey norðurlendsku londini umfata í hesum høpi : Ísland, Noreg og Svøríki. Ein avmarking er skilagóð, tí føroyska fólkakirkjan megnar valla at leggja allan heimin fyri sínar føtur.
Føroyska fólkakirkjan hevur ikki drúgvar royndir at vísa á í hesum samanhangi. Her er neyðugt at gera grundleggjandi kanningar. Tað kann væl hugsast, at tað er føroyingum til gleði og gagns, at fólkakirkjan regluliga helt føroyskar gudstænastur runt um í norðurlondum.
Verkætlan
Til tess at greina og lýsa omanfyri nevndu viðurskifti, hevur biskupur heitt á Ólav Rasmussen, prest. Ólavur skal kanna og lýsa viðurskiftini. Úrslitið, ið Ólavur kemur fram til, skal nýtast sum útgangsstøði ella sum eitt íkast til eina neyvari viðgerð, har leiðslan í tí føroysku fólkakirkjuni saman við tí politiska myndugleikanum tekur avgerð um, hvar vit byrja, og á hvønn hátt vit skipa tey atlit, ið føroyska fólkakirkjan hevur uttanlands.
Áður enn ein møgulig ætlan verður sett í verk, verður hon eyðvitað viðgjørd í neyvum samstarvi við føroysk áhugamál, feløg og bólkar í viðkomandi býi.
Tað hevði lætt um arbeiðið, um føroyingar uttanlands lótu hoyra frá sær og søgdu sína hugsan, góð ráð ella annað. Tilfarið kann sendast til jf@folkakirkjan.fo
Tórshavn hin 13. juli 2009.
Jógvan Fríðriksson, biskupur