Skriva út

Føroyska Bíbliufelagið hevur fastan talvudag í Fólkakirkjuni

14.05.2024 Tíðindi
Talvudagur Fyri Foroyska Bbliufelagi

Talvudagurin er hvítusunnudagur, sum í ár er 19. mai.

Bíbliufelagið takkar hjartaliga fyri stuðul til arbeiði sítt, og biðja vit aftur í ár kirkjur, samkomur og onnur at stuðla Bíbliufelagnum at fáa Guds orð út til alt Føroya fólk.

Arbeiðið hjá Bíbliufelagnum er fíggjað við gávum og stuðli. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til virksemið hjá Bíbliufelagnum.

Endamálið hjá Bíbliufelagnum er at týða og útgeva Bíbliuna, barnabíbliur og bíbilskt tilfar til allar føroyingar, so vit øll hava møguleika at lesa Bíbliuna á móðurmálinum.

Bíbliufelagið arbeiðir eisini saman við øðrum tjóðum at náa sama endamáli. Samstarvspartarnir eru norðurlendsku bíbliufeløgini, Altjóða Bíbliufeløgini, Ukrainska Bíbliufelagið og sjónvarpsrásin Sat 7, ið m.a. ger undirvísingar- og kristiligt tilfar til Miðeysturs og Norðurafrika.

Nýggja føroyska bíbliutýðingin, hevur hægstu raðfesting. Føroyska Bíbliufelagið hevur arbeitt við hesi týðing í fleiri ár, og er hon komin væl ávegis. Føroyingar kunnu gleða seg til eina nýggja bíbliuútgávu. Men hetta er eisini ein kostnaðarmiki verkætlan.

Endurskoðanin av Nýggja Sáttmálanum – Nýggja Testamenti á gerandismáli – krevur sítt, og er komin væl á leið.

Bíbliufelagið hevur konto í øllum peningastovnunum:

BankNordik 6460-382.873.7
Eik Banki 9181-380.777.2
Norðoya Sparikassi 9865- 992.646.6
Suðuroyar Sparikassi 9870-992.061.8

Við tøkk og bøn um góðan stuðul.

Vinaliga,

Jógvan Fríðriksson
Forseti í Bíbliufelagnum

Bergur D. Joensen
Formaður í Bíbliufelagnum