Skriva út
Føroysk guðstænasta í Reykjavík
22.02.2012 Tíðindi

Sunnudagin 26. februar klokkan 14.00 verður føroysk guðstænasta í Háteigskirkjuni í Reykjavík. Tað verður Anne Mette Greve Klemensen, sum dagligani er prestur í Fuglafirði, sum fer at hava guðstænastuna. Eftir guðstænastuna verður kaffi sum vant á Ørkini, og fer Anne Mette hesa løtuna at greiða frá lívi og skaldskapi hjá Thomas Kingo.
Øll eru hjartaliga væl komin til guðstænastuna í Háteigskirkjuni og kaffihugnan á Ørkini.
Vegna Ørkina, Hans Michael í Mittúni, leiðari
Onnur tíðindi