Skriva út
Føroyingar luttaka í 3. Nordiske Kirkesangerfest í Finlandi
17.09.2010 Tíðindi

Týsdagin 21. september fara 70 kórsangarar úr Føroyum á norðurlendska kirkjusangarastevnu í Vasa í Finlandi. Hetta er 3. ferð at skipað verður fyri slíkari stevnu og fyrstu ferð at umboð úr Føroyum luttaka.
Kórini, sum eru við eru kirkjukórið “Ljómur” úr Vági, “Toftakórið” av Toftum og “Vágakórið” úr Vágum. Hesi kór hava verið savnað nakrar ferðir í farna ári, hava vant saman og sungið saman. Seinast til ólavsøkuguðstænastuna í Havnar kirkju 29. juli í ár.
Á stevnuni í Finlandi luttaka 800 kórsangarar úr norðanlondum. Kórið úr Føroyum fer at umboða Føroyar við føroyskum kórsangi á konsertum og guðstænastum og avtalað er eisini, at føroyskur dansur skal vera festtiltakið leygarkvøldið. Eitt annað tiltak er “Symfonisk salm”, har allir 800 stevnuluttakararnir saman syngja ein sálm úr hvørjum norðanlandi. Føroyski sálmurin er “Sum ígjøgnum sortar skýggja” sungin við tí gamla føroyska sálmalagnum. Allir luttakarar eru annars teknaðir til at syngja í ymiskum verkstøðum, har kendir norðurlendskir kórleiðarar leiða kórsangin.
Farið verður úr Vágum við leigaðum flogfari beinleiðis til Vasa týsdagin og aftaná “Festhögmessa” sunnudagin 26. september kl. 12 verður farið aftur til Føroyar.
Sí meir um stevnuna skrá myndir og annað á http://www.nordiskkyrkosang.org/
Frá Gudmund Mortensen – tlf. 281102
Onnur tíðindi