Skriva út

Føroya Løgting

31.10.2011 Tíðindi
Føroya Løgting

Leygardagin 29. oktober 2011 mannaðu føroyingar Løgtingið. Fólkaræði er ein góð skipan, óivað tann besta politiska skipanin, ið vit kenna. Frælsi at hugsa, skriva og tosa tykist okkum sjálvskrivaður rættur. Gott er, at fólk hava áhuga í samfelagsmálum og bjóða seg fram til stjórn og leiðslu.

Fólkakirkjan hevur í leiðslu og fyrisiting ikki tikið lut í valstríðnum. Vit hava ikki sett fyrispurningar ella krøv til politisku skipanina. Biskupur er sannførdur um, at kirkjunnar leiðsla ikki skal leggja seg út í tað arbeiðið, ið Løgtingið er valt at avrika.

Annað er so tað, at vit fegin tosa um kirkjunnar mál við politisku myndugleikarnar, um myndugleikin ynskir tað. Aðrar tíðir hevur leiðsla kirkjunnar tikið stig til og fundast við politisku skipanina.

At so er, er eyðvitað, tá skipanin byggir á virðing hvør fyri øðrum. Løgtingið ásetur teir ytru karmarnar, og Fólkakirkjan sjálv tekur sær av innaru virðum kirkjunnar. Samstarvið hevur gingið væl, og sjálvsagt eru ymisk sjónarmið partarnar millum frá máli til annað.

Á hesum sinni verður takkað fyri tíðina, ið núverandi biskupur hevur havt við løgtingslimir, landsstýrisfólk og politisku umsitingina. Takk fyri góðar løtur og viljan at menna og rógva framá.

Fari at takka øllum teimum, sum vóru í politikki seinasta valskeið. Teimum, sum valdu at gevast ella ikki vórðu afturvald. Teimum, ið taka enn eitt tørn.

Ynski teimum valdu hjartaliga tillukku við valinum við vón um gott og gevandi samstarv.

Harrin signi land og fólk.

JF.