Skriva út

Flóttar

31.05.2022 Tíðindi
Mynd: Argjamaðurin, Jóannes Martin Hansen, sum eigur og rekur fiskavirkið í Litava, var í Argja kirkju og greiddi frá arbeiði sínum millum ukrainskar flóttar.

Ì flest øllum menniskjum á okkara leiðum er tað ein partur av okkara uppvøkstri og kristnu læru at hjálpa, har ið neyðin svíður sum svøllurin. Einkjan, sum gav alt hon átti, er í bíbluni ein varði á hesi leiðini.

Kríggj førir altíð til menniskjansligar vanlukkur, har óskyldug fólk verða fyri órætti, óg í ringasta føri lata lív í einum meingsleysum bardaga, har tað sjáldan er nakar vinnari, men altíð taparir, sjálvt um ein vinnari sigur seg hava vunnið.

Sjálvur havi eg havt they Baltisku londini sum marknaða síðani í 1994, og havi síðani arbeitt í hesum trimum londunum. Ì 2006 keypti eg eitt flakavirki í einum býi í Litava, sum hevur eins stødd í fólkatali sum Havnin, tvs uml 22.000 fólk, Býurin eitur Plunge, og liggu einans 80 km frá markinum til Kaliningrad, sum er tann gamla eysturpreussiska enklavan, sum tá æt Koningsberg.

Virkið hevur 250 folk í arbeiði,og er tað virkið í býnum, sum hevur næstflest fólk í vinnu.

Felags fyri hesi trý Baltisku londini, Ukraina og Póland er, at tey í fleiri tíðarskeið hava verið hersett av Kreml.

Søgan gongur aftur til miðøld og enntá longur afturfyri at fáa fatur í tí rætta endanum viðvíkjandi týdninginum av einum frælsi, sum øll hesi grannalondini til núverandi Rusland hava í øldir barst fyri.

Frælsið er teirra lív. Uttan frælsið er tað deyðin.

Eitt nú Póland og Litava vóru eitt samríki frá 1564 til 1789, tá ið Katarina tann Stóra hersetti 75% av øllum samríkinum saman við teim eysurrísku Habsburgarunum og Preussunum, sum tóku hini 25%.

Póland og Litava vóru ikki til frá 1789 til endan av 1. veraldarbardaga, tá ið tað gjørdist tvey ymisk lond aftur við egnari stjórnarskipan og egnum flaggi.

Flaggið hjá Litava er frá 1918 við einum gulum ovara borda, einum grønum borda í miðjuni og einum reyða borda niðast. Flaggið er ein sterkur symbolikkur um frælsið, ið varð afturvunnið frá russum. Tann guli liturin merkir sólin, sum skínur á skógina, ið er 65% av landinum, og so á alt blóðið, sum varð ofra fyri afturvunnum fræslið.

Men frælsið hjá teim Baltisku londunum og Póalndi saman við øðrum eystureuropiskum londum gjørdist stokkut.

Molotov-Ribbentrop avtalan í 1939 var ein býtishandil, har they Baltisku londini vóru latin í býti aftur til Ruslands, so tey Baltisku londini vóru saman við Pólandi aftur hersett. Póland av týskinum og seinni av russum, meðan Litava varð fyrst hersett av russum í 1940, síðani av týskinum í 1941, og so aftur af russum í 1944.

Frá 1941 til 1944 vóru so at sigar allir jødarnir í Litava tiknir av døgum, antin í sjálvum Litava ella í týningarlegum. Teir vóru 300.000 í tali.

Litava var tað fyrsta lýðveldið í gamla Soviet, sum fekk frælsið aftur.Hettar var í 1990.

Gjørdist limur í NATO og EU í 1 2004, og er tí vart av "musketer-eiðinum" hjá NATO.

Ì frælsisbardaganum hjá teim Baltisku londunum, gjørdu einar 2 milliónir íbugvar í Litava, Letlandi og Estland eina frælsisketu í 1988, sum rakk frá Vilnius til Riga og síðani Talinn. Ketan var 600 km long, og øll sungu frælisissangir.

Hendan hendigin er síðani nevnd" Tann syngjandi kollveltingin", sum styrkti eina felagskendlu fyri frælsi.

Meðan Katarina tann Stóra ráddi fyri borgum og alla 19. øld var neyðin stór í Litava, og fólk flyddu yvir um hav til USA.

Tí er Chicago í dag næststørsti býur við litavum. Einir 600.000 í tali, meðan Vilnius er 700.000.

Millum aðrar eru Bob Dylan og Leonard Cohen litvakkar. Ein litvakkur eru litavar av jødiskum uppruna, sum flýddu.

À minum virki eru tey sera nógv merkt av søguni við russiskari herseting. Tey allarflestu hava havt teirra forfedrar í arbeiðslegum í Sibiria, har hitin sum summarið kom upp móti teim 45 stigunum , og um veturin 45 kuldastig.

Tá nú Ukraina verður hersett av Kreml, so standa øll saman sum ein maður at hjálpa.

Upptøkurnar av einum russiskum hervogni, sum skiftir kós á alfaravegi og koyrdi yvir ein bil við óskyldugum ukrainum, mintu tey tað á eina líknandi hending í Vilnius í jan 1991, tá ið russurin aftur royndi at hertaka landið . Tá koyrdi ein russiskur hervognur inn í eina fólkamongd, har fleiri litavar lógu undir og 13 doyðu í hesum samanbresti. Men russurin tapti, og litavar vardi sítt frælsið, men altíð við blóði.

Eg nevni hetta, tí allir grannarnar hjá Ruslandi hava sama hugburð, tá ið tað kemur av verja frælsið.

Ongin vil hava tann russiska jarnhalin aftur at ráa fyri borgum.

Og frá øllum herðashornum í Litava verður ein mintur um, hvussu neyðarsligt frælsið kann verða, um ein ikki stendur saman sum ein maður og hjáplir har , ið hjálpast kann.

Við hesu sannroynd og søguni sum førning, i fóru bussar og bilar vil tað pólska markið at heinta flóttar til Litava.

Einir 54.000 eru komnir. 20.000 av hesum eru børn og ungdómar.. Allir menn millum 18 og 60 skulu verða tøkir til herin.

Ì Plunge hava vit 400 flóttar, og á mínum virki havi eg 7 flóttar til arbeiðis.

Av hesum eru 2 mammur við tannáringum. 1 mamma hevur 2 synir 13 og 16 og ein mamma hevur eina gentu 13 ár.

Eg fái ikki tikið meira, tí eg havi onga staðir at hýsa teimum. Tað eru sera fáa íbúðir og hús til taks í Plunge.

Ì fyrstu atløgu kom mamman við hesum báðum dreingjunum og tvær kvinnur fyrst í 30unum.

Mamman hevur nøkur eplir við og 150 kr. Vit góvu teimum fisk heim við tað fyrsta kvøldið, men mamman var ov stolt til at taka imóti, og vísti okkum eplini og peningin. Hettar var hjartanemandi, men vit fingu hana so yvirtalaða at taka fsikin, tí dreingirnir skuldi hava okkurt at eta.

Hesar báðar damurnar, sum komu sama dag, flýggjaði yvir háls og herðar, tá ið russurin nærkaðist. Ongin vil verða offur hjá tí russiska hermanninum, sum er púra hjarta- og eirindaleysur í sínum gerningum.

Hesu fyrstu vóru úr Kiev, meðan hini vit hava eru úr tí eystara partinum.

Tey arbeiða øll hjá okkum, fáa full løn, og búgva í íbúð, sum virkið eigur.

Tað gongur væl. Ja so væl, at mamman at dreingjunum segði, at hon vil hava mannin og elsta sonin til Litava at arbeiðs, tá ið kríggið er liðugt.

Dreingirnir ganga í skúla, og øll fáa málundirvísing í litaviskum máli fyri at samansjóa tey við tey lokalu.

Eisini hava dreingirnir fingið vinmenn, ganga til ítrótt og onnur tiltøk, ið standa teim í boði.

Alt samfelagið í Plunge er vi til at hjálpa hesum 400 flóttunum við arbeiði, innivist, mati, klæðum og frítíðartilboðum.

Kommunan letur lummapening til børn og tannáringarnar, soleiðis at tey ikki eru fyri vanbýti millum tey litavisku børnini.

Trupulleikin hjá Kommuni hevur verið at fáa barnagarðpláss til øll børnini í tí aldrinum. Uttan barnagarðspláss sleppa mammurnar ikki til arbeiðis, og har hevur staðið á.

Stuðul til ukraninsk flóttafólk er ikki bert alt hettar, eg havi nevnt. Ì øllum býum í Litava verður flaggað við tí litaviska og ukrainsku fløggunum saman, soleiðis at ein á henda hátt virðir teirra rætt til frælsið ájavnt við tað litaviska frælsið. Soleiðis gera eg eisini á mínum virki, har Merkið hongur í húnar hátti saman við tí litaviska, tí ukrainska og EU-flagginum. À hendan hátt merkja tey okkara stuðul við kenluniav at vera vælkomin sum flótti. Annars eru teir gulu og bláu litirnar alla staðir at síggja frá borðprýði á matstovum til blómur í urtagørðum vm.

Ì løtuni koma ikki nógvir flóttar, men heldur gongur streymurin hin vegin.

Fólk fara heima aftur. Ukrainar er eitt stolt fólk, og vilja avgjørt ikki verða ein byrða fyri nakran.

Tey eru serstakliga røsk at arbeiða, og koma væl út av tí við okkara lokalu.

Fleiri av mínum vinfólkum hava vinfólk í Ukraina.

Millum annað hava dansibólkar við børnum innan fólkadans úr Ukraina og Gerogia vitjað í Plunge. Foeldur koma við. Og so hava børnini úr Plunge verð í Ukraina og sansað

Nøkur av hesum vinfólkunum búgva í Odessa, og eru nú undir álopi.

Tað verður samskift hvønn dag, og eisini eru pakkar farnir niður til hesi vinfólkini.

Um støðan versnar har niðri, so eru tey klár at flýggja til Moldova.

Um tað verður so, so eri eg ein av trimum, sum fara eftir teimum til Moldova, og fara vit so á ein ella annan hátt at herberga hesari framiljuni í Plunge.

Sum sagt, so havi eg 10 flóttar undir mínum veingjum, men hettar er bert ein dropi í havinum, tá ið vit hugsa um tær 4-5 milliónirnar, sum nú eru flóttar í grannalondunum hjá Ukraina.

Men eins og einkjan í bíbluni, so røkkur ein bert at hjálpa við tí, ið ein hevur.

Men tá ið fleiri gera tað sama, ja so kann ein hjálpa øllum teim 4-5 milliónum, sum nú eru rikin burtur úr teirra heimlandi.

So hettar er mín bøn til alt kirkjufólkið á Argjum og Føroya fólk at hjálpa við tí, ein hevur. Hjálpin er sera kærkomin hjá øllum hesum neyðars flóttum, sum enn liva í vónini at koma heim aftur til eitt afturvunnið frælsi.

Takk fyri hettar høvi at greiða frá.