Skriva út
Flott uppmøting á Húsum
18.08.2010 Tíðindi

Eg hitti Jørmund Syderbø í kirkjuni á Húsum ein vakran disuttan summardag á Kalsoynni. Vit fóru oman í vøkru kirkjuna og fingu eitt prát.
Jørmund Syderbø er formaður í kirkjuráðnum á Húsum.
– Kirkjan er í góðum standi og er nýliga málað. Tornið er gjørt av nýggjum. Kirkjan er nóg stór til okkara brúk, og vit hava eitt frálíkt orgul. Kirkjan er tó ikki isolerað, og vit brúka tí nógva olju um veturin. Vit hava nýliga keypt eina hitapumpu, sum hjálpir eitt sindur. Men vit hava ætlanir um at fáa kirkjuna isoleraða, men eg veit ikki heilt nær tað verður, sigur Jørmund.
Hóast Húsar er ein lítil bygd, so møtir fitt av fólki upp til gudstænasturnar.
– Tað kann variera millum 20 og 50 fólk til vanligar gudstænastur. Tað eru fólk av Húsum og Syðradali, og fólk eru rættiliga trúføst. Tað stendur eisini væl til við kirkjutænarum. Vit hava ein organist og tríggjar deknar sum skiftast. Í kirkjuráðnum eru fýra fólk, tvær kvinnur og tveir menn, so tað er javnstøða, sigur Jørmund við einum smíli og heldur fram:
– Størsta avbjóðingin nú í kirkjuráðnum er at fáa kirkjuna isoleraða. Arbeiðslagið í kirkjuráðnum er gott, og vit eru sum heild væl nøgd, sigur Jørmund Syderbø at enda.
Orð og mynd: Heini S. Kristiansen
Onnur tíðindi