Skriva út

Fleiri og fleiri fara í kirkju

07.09.2012 Tíðindi
Fleiri og fleiri fara í kirkju

NOREG: Seinastu mongu árini hevur talið á teimum sum leita sær í eina norska kirkju verið í minking. Men nú tykist vend vera komin í.

Sambært tølum, sum norska blaðið Dagen vísir til, øktist hetta talið við sløkum trimum prosentum í fjør.

Í tølum svarar tað til 164.000 fleiri kirkjugangarar í 2011 enn í 2010.

Í fjør vóru omanfyri 6,2 milliónir norðmenn til eina gudstænastu í Den Norske Kirke. Í miðal vóru 96 fólk í kirkju við hvørja gudstænastu í fjør, og sum altso er heldur hægri enn árið fyri.

Hagtølini vísa eisini, at 36.500 fleiri – tað er: 580.000 fólk – vóru í kirkju jólaaftan. Hetta er ein øking uppá sjey prosent.Tað er kortini ikki einans talið á kirkjufólki ið er í vøkstri. Talið av konfirmantum fylgir somu gongd.

Í fjør vórðu sostatt 42.600 ungfólk konfirmerað í norsku kirkjuni, og er hetta 575 fleiri enn í 2010.
Blaðið vísir tó á, at hóast talið á konfirmantum vaks í fjør, sær ein kortini at talið av teimum 15 ára gomlu sum ynskja at lata seg konfirmera, fellur.

Í 2011 vóru 65 prosent av teimum 15 ára gomlu konfirmerað í kirkjuni. Í mun til 2010 er hetta ein afturgongd uppá 0,1 prosent.

Talið á konfirmantum er eisini skiftandi frá einum biskupsdømi til hitt. Í Møre biskupsdømi stendur konfirmasjónin sterkt. Her vóru 84 prosent av øll teimum 15 ára gomlu konfirmerað.

Lægsta prosentpartin eigur Oslo, har 40 prosent av teimum ungu verða konfirmerað.

Orð: Snorri Brend