Skriva út

Fleiri kvinnur vilja gerast bispar

14.05.2012 Tíðindi
014.JPG

DANMARK: Ongatíð áður hava so nógv kvinnulig valevni bjóðað seg fram at gerast nýggjur bispur á Fjóni.

Tá avloysarin fyri Kresten Drejergaard sum bispur á Fjóni skal vígast í heyst, verða fleiri kvinnur enn áður millum valevnini.

Higartil hava tríggjar kvinnur og tveir menn boðað frá, at tey ynskja at taka við sum bispur her. Hetta er størsta talið av kvinnuligum valevnum nakrantíð – og tað kunnu framvegis koma fleiri kvinnur og menn við, tí umsóknarfreistin er ikki úti enn.

- Vit hava fingið eitt ættarlið av kvinnuligum prestum, sum tora at traðka fram og vísa autoritet, sigur Else Marie Wiberg Petersen, sum er gudfrøðingur og rithøvundur av bókini “Se min kjole”.
Henda bókin snýr seg um kvinnuligar prestar og kom út í 1998, tá liðin vóru fimmti ár síðani fyrsta kvinnan varð innsett sum prestur í donsku kirkjuni.

Tá bispur varð valdur í Roskilde í 2008 var einki kvinnuligt valevni, í Keypmannahavn í 2010 ein, og í Aalborg í fjør somuleiðis ein kvinna ið bjóðaði seg fram. Tað er bert hent eina ferð áður, at fleiri kvinnur enn menn bjóðaðu seg fram. Tað var í 2003, tá Ribe Stift skuldi hava nýggjan bisp.

- Tað snýr seg eisini um tíðina, vísir Else Marie Wiberg Petersen á í samrøðu við Kristeligt Dagblad. - Fólk skulu venja seg til tær nýggju tíðirnar, har helvtin av prestunum eru kvinnur, sum nú fara at gera sína ávirkan í allari skipanini.

Formaðurin í danska Prestafelagnum, Per Bucholdt Andreasen vísir á, at alt fleiri og fleiri kvinnur eru vorðnar próstar í donsku kirkjuni.

- - Og nú hendir so tað sama á bispa-støði, tí tær hava rokkið aldrinum at kunna bera eina bispakápu. Áður vóru tær ikki so áhugaðar í hesum, men tað eru tær nú, sigur hann.

Tekstur: SB