Skriva út

Fleiri enn 40 biskupar á vitjan í Føroyum

24.06.2025 Tíðindi
NZ96329 Kopier M

Norðurlendsk bisparáðstevna er í Føroyum í døgunum 23-27 juni. Biskupar úr øllum Norðurlondunum hittast triðja hvørt ár, og í ár er ráðstevnan í Føroyum.
Á skránni eru fyrilestrar við bæði føroyskum og útlendskum fyrilestrahaldarum. Høvuðsevnið er “Kirkjan í ófriðarligum tíðum”.
Ráðstevnan er ein arbeiðsfundur fyri biskupar, og vitjanin er tí ikki almenn.

Hóast skráin fyri dagarnar er umfatandi, verður eisini vitjað kring landið, eitt nú í Kirkjubø, í Eysturoynni og í Norðoyggjum.

Tað er umsitingin hjá Jógvan Fríðrikssyni, biskupi, saman við tveimum av donsku biskupunum, ið skipa fyri innihaldi og kørmum um ráðstevnuna í Føroyum.

Tilsamans luttaka áleið 45
biskupar úr Danmark, Noregi, Svøríki, Finnlandi og Íslandi á ráðstevnuni.

Myndir: Harald Bjørgvin 

 
Í gjár varð vitjað í Kirkjubø.