Skriva út
Fíggjarleiðari søkist til stiftsstjórnina
14.03.2007 Tíðindi
Søkt verður eftir fíggjarleiðara til Føroya Stiftsstjórn at taka við starvi 1. mai ella so skjótt til ber.Føroya Stiftsstjórn umsitur ávís viðurskifti í fólkakirkjuni so sum kirkjuligar lógir, prestagarðar, og arbeiðsviðurskifti hjá prestunum. Stiftsstjórnin umsitur eisini Føroya Kirkjugrunn, sum løgtingið játtar pening til á fíggjarlógini. Bispur er ovasti kirkjuligi myndugleiki í Føroyum, hvat prestum og kirkjuráðum viðvíkur, og hevur umsjón við teimum.
Fíggjarleiðarin hevur høvuðsábyrgdina av roknskapinum, bókhaldinum og fíggjarligu viðurskiftunum hjá stiftsstjórnini og kirkjugrunninum.
Uppgávurnar eru m.a. hesar:
• Fíggjarætlan og fíggjarstýring
• Prestalønir og skrivstovulønir
• EDV-kervið
• Góðkenning av fíggjarætlanunum hjá kirkjuráðunum
• Ávísing av útgjøldum av kirkjuskattinum
Umframt deildarleiðaran arbeiða 2 fólk parttíð í bókhaldinum.
Bókhaldsskipanin hjá stiftsstjórnini er netbaserað – EDV skipan CONCORDE C5. Skrivstovan hevur elektroniska journalskipan.
Dentur verður lagdur á, at tann, ið settur verður, hevur góðan kunnleika til EDV og til føroyskt mál og stavseting.
Starvið verður lønt sambært StK-felagssáttmálanum og felagssáttmála fyri skrivstovufólk í statinum. Arbeiðstíðin er 25 tímar um vikuna, men kann møguliga gerast longri, eftir at fólkakirkjan er yvirtikin sum føroyskt málsøki.
Skrivlig umsókn við upplýsingum um starvsroyndir, avritum av prógvum og viðmælum verður send Føroya Stiftsstjórn, J. Patursonargøta 20, postrúm 8,
110 Tórshavn. Umsóknarfreistin er mikudagin 28. mars 2007 kl. 12.00. Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Margrit Debess, deildarleiðara, telefon 31 19 95.
Føroya Stiftsstjórn
J. Paturssonargøta 20
Postrúm 12
FO- 110 Tórshavn
Onnur tíðindi