Skriva út
Ferðafólk vitja kirkjuna í Bø
28.07.2010 Tíðindi

Orð & mynd: Heini Kristiansen
Ein fagran summardag fór undirritaði ein túr til Bíggjar. Komin oman til kirkjuna stendur Jóannis Petersen, deknur, og prátar við eitt niðurlendsk par, sum forvitnaðist um kirkjuna. Tey vóru bæði sera fryntlig. Maðurin dugdi væl at tosa danskt og greiddi frá, at hann hevur búð eitt hálvt ár í Danmark í samband við lesnaðin. Hann hevur lisið norðurlendskt mál, og er tí rættuliga stinnur í donskum og svenskum.
– Tað hendir av og á, at ferðafólk hyggja at kirkjuni og spyrja um hana. Tá royna vit sum frægast at greiða teimum frá, sigur Jóannis við einum smíli.
Jóannis og eg práta eina løtu við hesi ferðafólkini. Tapið í HM finaluni situr enn klárt í minninum á teimum. Tey iðra seg um tapið men halda tó, at Spania var betra liðið. Eftir eitt gott prát fara tey víðari á ferðini til eitt annað stað í Føroyum. Tað er tó torført at finna vakrari stað enn Bø hendan vakra summardag.
Onnur tíðindi