Skriva út
Felagskirkjuligt tiltak í Hoyvíkar kirkju
24.11.2009 Tíðindi

Komandi sunnudag, 1 sunnudag í advent klokkan 16, verður eitt felagskirkjuligt tiltak í Hoyvíkar kirkju. Tað eru Oasan, Lívdin og Hoyvíkar kirkju, ið skipa fyri.
Á skránni er : børn úr Oasuni, Lívdini og Hoyvíkar kirkju fara at framføra jólaevangeliið sum sangleik.
Sunnudagsskúlabørn úr Hoyvíkar kirkju, kór úr Oasuni og Lívdini fara at syngja, og nakrar gentur úr Lívdini fara at framføra drama.
Tiltakið byrjar klokkan 16 og aftaná eru øll vælkomin í kirkjukjallaran til kaffi og eplaskivur.
Vegna fyriskiparnar
Ann Dahl Hansen, prestur.
Onnur tíðindi