Skriva út
Felagskirkjuligt samstarv
13.04.2012 Tíðindi

Triðja páskadag var ein øðrvísi gudstænasta í Havnar kirkju, enn vit eru von við. Talan var um eina felagskirkjuliga gudstænastu, har sjey kirkjur og samkomur vóru saman til gudstænastu í einum av húsum Harrans.
Hetta var sjeyndu ferð, at árliga felgskirkjuliga gudstænastan verður hildin í høvuðsstaðnum. Eitt gott átak og ein vitnisburður um einleikan í Kristi. Dagliga eru vit hvør í sínum egna gudshúsi. Hóskiligt, at vit einaferð árliga eru saman um bøn og lestur, lovsang og prædiku. Skipanin er rullandi so at skilja, at gudstænastan er uppá skift frá kirkju til aðra.
Tað var eisini henda einleikan, ið Jóhan Petur Johannessen vísti á í prædikuni. Í Jesusi Kristi eru vit brøður og systrar.
Hoyrdi gudstænastuna í ÚF og gleddist. Nógv er at takka fyri. Tað er gott, at orðið um Jesus verður útvarpað. Einki er ein sjálvfylgja.
Eitt annað, ið er at fegnast um, er, at vit kristnu hava virðing hvør fyri øðrum. Teir høgu garðarnir millum tey kristnu – tær kristnu kirkjurnar og samkomurnar – í Føroyum verða spakuliga tiknir niður. Hvør kirkja og samkoma hevur sína siðvenju og virkar á sín hátt. Hugaligt og gagnligt, at vit kunnu standa saman um tað góða og vakra.
Triðja páskadag, - so eyðsýnt er valið. Kristus er risin upp, og vit eru risin upp saman við honum. Vit sita ikki óttafull aftan lastar dyr í okkara egna Jerúsalem. Guds andi hevur fylt rúmið, og vit eru risin upp og síggja møguleikan og styrkina í samvinnu og samanhaldi. Vit eru ymisk, og tó!
Ikki eins, men eitt í Kristi.
JF
Onnur tíðindi