Skriva út
Felagskirkjuliga gudstænastan 2025
21.04.2025 Tíðindi

Aftur í ár verður felagskirkjulig gudstænasta. Tað eru kirkjur og samkomur í Suðurstreymi, sum skipa fyri.
Tað hevur verið siðvenja í mong ár at hava hesar felagskirkjuligu gudstænastuna beint eftir páskir.
Endamálið er at skapa størri fatan og umsorgan hjá kirkjum og samkomum hvør fyri øðrum, hóast ymisk frávik í læru og arbeiði.
Heitið fyri gudstænastuna í ár er: ”Vón í trongum tíðum.”
Í ár verður gudstænastan í Frelsunarherinum týsdagin 22. apríl 2025 kl. 19.30.
Hjartaliga vælkomin.
Onnur tíðindi