Skriva út

Felagskirkjulig gudstænasta 7. apríl

04.04.2026 Tíðindi
Felags Gudstanasta 2026

Aftur í ár skipa kirkjur og samkomur í Suðurstreymoy fyri felagskirkjuligari gudstænastu. Í ár verður gudstænastan í katólsku kirkjuni – Mariukirkjuni týsdagin 7. apríl kl. 19.30.

Á skránni verður tala, sangframførsla, felagssangur og upplestur. Á hvørjum ári hevur verið ein innsavning til eitt góðgerandi endamál. Í ár verður savnað inn til verkætlanina  LivLívið  hjá Bláakrossi.

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í kirkjuni.

Øll eru vælkomin!

Faldari til Felagskirkjuliga gudstænastu