Skriva út

Felagskirkjulig gudstænasta

02.04.2024 Tíðindi

Í kvøld kl.19.30 verður árliga felagskirkjuliga gudstænastan í Hoyvíkar kirkju. 

Níggju ymiskar kirkjur og samkomur í suðurstreymoy eru felags um at hava hesa gudstænastuna við felagssangi, kórsangi, upplestri og prædiku. 

Á hvørjum ári er eisini innsavning til vælgerandi endamál. Í ár verður savnað inn til børn og ung hjá ukrainskum familjum, sum eru flóttafólk í Føroyum. Tað ber eisini til at stuðla á konto nr. 9181-1421893.

Kirkjurnar og samkomurnar skiftast um at hava hesa árligu gudstænastuna. Hetta er 16. árið, at gudstænastan verður hildin. 

Eftir gudstænastuna verður ein drekkamunnur at fáa í kirkjukjallaranum.

Øll eru vælkomin!

Fyrireikararnir