Skriva út

Felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi

28.05.2025 Tíðindi
Sands Vatn

Vit savnast – tú ert vælkomin!

Hósdagin 29. mai kl. 12.00 verður felagsgudstænasta í Sandoyar prestagjaldi, inni í høllini við Meginskúlan í Dal.

Talan er um ein serligan dag, har vit minnast Kristi himmalsferð – við lovsongi, bøn og felagsskapi.

  • Prædika: Havstein Klein
  • Sangur: Kórið Lanterna
  • Konfirmantar taka lut
  • Nýggj altartalva, sum konfirmantar hava málað, verður avdúkað. Listamaðurin Oggi Lamhauge hevur lagt teimum lag á.
  • Høvi verður at keypa døgurða eftir gudstænastuna

Gudstænastan verður hildin í sambandi við B71-marathon kappingina

Tað er pláss fyri øllum – hjartaliga vælkomin!