Skriva út

Felagsgudstænasta í Oasuni 11. apríl

11.04.2023 Tíðindi

Í kvøld kl.19.30 verður árliga felagsgudstænastan hjá kirkjum og samkomum í Suðurstreymoy. Hetta er 17. árið at skipað verður fyri hesi gudstænastu.

Í ár verður gudstænastan Oasuni í Hoyvík. Umframt Oasuna eru hesar kirkjur og samkomur umboðaðar: Katólska kirkjan, Fólkakirkjan, Adventkirkjan, City Church, Filadelfia, Frelsunarherurin, Lívdin og Immanuel.

Kirkjurnar og samkomurnar eru felags um skránna við sangi, tónleiki, upplestri og talu.

Innsavnað verður til Reyða Kross.

Øll eru vælkomin.