Skriva út

Felagið fyri kirkjuráðslimir á ferð

15.09.2023 Tíðindi
Kirkjuráðslimir úr allari Streymoynni hittust á Hafnia leygardagin 9. september at umrøða felags áhugamál og viðurskifti.

Seinastu tíðina hevur nevndin í Felagnum fyri kirkjuráðslimir sett sær fyri at halda økisfundir kring landið. Byrjað varð í Suðuroy fyri nøkrum árum síðani. Eftir hetta varð farið til Sandoyar, Norðoyggjar, Eysturoynna og Vágar. Nú stóð Streymoyggin fyri tørni, og varð økisfundurin hildin á Hotel Hafnia í Havn.

Byrjað varð við morgunandakt og sálmi, og síðani legði Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkvinna, fram og greiddi frá arbeiði felagsins seinastu tíðina.

Pláss var eisini fyri spurningum og orðaskifti, og fleiri kirkjuráðslimir nýttu høvið at viðmerkja røðuna hjá forkvinnuni og spyrja.

Tosað varð m.a. um bygnaðin í kirkjuni, fíggjarviðurskifti, starvsviðurskifti hjá prestunum, nýggjar kirkjur, rættindi og skyldur hjá kirkjuráðslimum o.s.fr.

Í nevndini í Felagnum fyri kirkjuráðslimir: Dagbjørt Ólavsdóttir Hansen, forkvinna, Gøtu, Elsebeth V. Simonsen, Viðareiði, Katrin Højsted, Eiði, Poulina Abrahamsen, Fuglafirði, Bente Kjær, Hoyvík, Maria Olsen, Klaksvík, og Theodor Eli Dam Olsen, prestur.