Skriva út
Farloyvi, førleiki og trivnaður.
27.09.2011 Tíðindi

Fólkakirkjan hevur sett fakligan førleika og trivnað á breddan. Yrkisligur førleiki er fortreyt fyri trivnaði við varandi innihaldi. Trivnaður uttan haldgott innihald hevur sjáldan langa livitíð.
Í hesum sambandi hava prestarnir fingið møguleikan at fara í lestrarfarloyi. Tvinni farloyvi verða givin árliga. Annað farloyvi er mennandi lestur í tríggjar mánaðir. Tað styttra farloyvið er í ein mánað og kann nýtast eftir egnum ynski.
Fyrsta oktober fer Meinhard Bjartalíð, sóknarprestur, í farloyvi árið út. Hann skal millum annað granska eysturlendska kirkjusøgu við serligum atliti at “ikonum”, t.e. halgimyndir og symbolir.
Hetta er sera áhugavert reint søguliga sæð. Eisini er tað aktuelt, nú tað talaða orðið ikki er einaráðandi í kirkjuligum høpi. T.d. vinna bæði myndlist og tónlist fram á tí kirkjuliga leikpallinum.
Gudstrúgvin er jú mikið meira enn orð og prædika. Sum tikið verður til í nútíðar námsfrøði verða ímyndingarevnini kveikt, tá vit síggja myndir. Frálæra í myndum ella djúphugsni eina stilla løtu menna hugflogið, og sálin kennir seg væl.
At vit kenna okkum væl í kirkjuni hevur nógv at siga, tí andans móðurmál talar til hjartað.
JF
Onnur tíðindi