Skriva út

Farið verður í kirkju - allar greinarnar byrja aftur

21.01.2022 Tíðindi

Sunnudagin 23. januar 2022 verður farið í kirkju. Alt virksemi verður tikið uppaftur. Allar tær ymisku greinarnar í fólkakirkjuni byrja aftur.

Vert at geva gætur

  • Vit nýta vit og skil.
  • Vit sita á aðruhvørjari brík.
  • Vit halda frástøðu.
  • Vit halda reinføri í hevd.

Hámarkið

  • Hámarkið er 100 fólk.
  • Í teimum stóru kirkjunum kann hámarkið verða tillagað støddini á kirkjuni.
  • Um tær stóru kirkjurnar – t.e. kirkjur yvir 300 fólk, ið hava møguleika at skipa kirkjuliðið í bólkar – ynskja eina tillaging, verður kirkjuráðið biðið um at seta seg í samband við leiðslu kirkjunnar.

Barnadópur

  • Vit velja ta tryggu loysnina og doypa børnini uttanfyri vanliga kirkjutíð fram til 1. mars 2022. Einans eitt barn verður borið til dópin í senn.

Altargangur

  • Fram til 1. mars 2022 verður farið aftur til ta serligu skipan og mannagongd, ið áður er nýtt við atliti at Covid-19.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Sosial samvera / sunnudagsskúli

  • Sitið verður í hóskiligari frástøðu fram til 1. mars 2022.
  • Mint verður á kendu tilmælini um frástøðu og reinføri.

Víst verður til tey almennu tilmælini

  • Hav gott hondreinføri, vaska tær ofta og væl um hendurnar. Spritta hendurnar, um tú ikki hevur atgongd til vatn og sápu.
  • Hosta og njós í ermuna - ikki í hendurnar.
  • Avmarka kropsligt samband við onnur sum til dømis lógvatak, klemm og kinnkoss.
  • Hav gott reinføri bæði heima og til arbeiðis.
  • Ver sera ansin í støðum, har nógv fólk savnast.
  • Minst til altíð at halda frástøðu.
  • Minst til, vit kunnu øll vera smittuberar, hóast vit eingin sjúkutekin hava.
  • Verið varug við sjúkueyðkenni, ið kunnu benda á coronavirus, t.d. hosta og fepur, og ver heima um tú merkir tær okkurt.

Fram til 1. mars

Hesar leiðreglur eru galdandi fram til 1. mars 2022. Um viðurskiftini til ta tíð broytast álvarsliga, verða nýggjar leiðreglur givnar.

Tórshavn 21. januar 2021

Uni Næs, dómpróstur
Jógvan Fríðriksson, biskupur