Skriva út

Farið verður aftur í kirkju komandi sunnudag 13. juni 2021

10.06.2021 Tíðindi
Mynd: Gjáar kirkja

Í tíðindaskrivi í kvøld boðar løgmaður m.a. frá: “at landsstýrið hevur gjørt av at lata samfelagið varisliga uppaftur. Seinastu vikuna hevur ferðin verið nakað minni. Yvirskipað verður farið til tey tilmæli, sum vóru galdandi fyri viku síðan.”

Hetta merkir, at størri almenn – og privat tiltøk kunnu haldast, um neyðuga frástøðan kann tryggjast. Tí verður mett, at farast kann í kirkju komandi sunnudag 13. juni 2021.

Fólkakirkjan heldur seg til almennu tilmælini. Víst verður til galdandi tilmæli, sum eru boðað frá í skrivi til kirkjuráðini og sóknarprestarnar dagfest 16. apríl 2021.

Vinaliga heilsan

Við ynskjum um Harrans signing

Uni Næs,
virkandi biskupur