Skriva út
Fara í kirkju av góðum vana
19.04.2012 Tíðindi

Í nógvum av smærru bygdunum kring landið er fólkatalið minkandi. Ein av hesum bygdum er Mikladalur á Kalsoynni, har tað í dag bert búgva 25 fólk.
Hóast hetta lága talið eru tað tó kortini tey trúføstu fólkini, ið leita sær í kirkjuna, tá klokkan ringir til gudstænastu, annaðhvørt tað so er við dekni ella presti.
- Vanliga eru vit eini 8 til 12 fólk í kirkju. Tey eru von at fara í kirkju av góðum gomlum vana, og eru tí trúføst her sunnudag eftir sunnudag. Men so havi eg eisini verið deknur, tá eingin var í kirkju, sigur Signhild Joensen av Trøllanesi, og sum bæði er deknur og næstformaður í kirkjuráðnum í Mikladali.
- Men er okkurt serstakt í bygdini, og nógv fólk er her, so er talið av kirkjufólki væl størri.
Ein føst skipan er við prestarnar sum hoyra til Norðoya Vestara Prestagjald, sum tað eitur. Og teir hava so gudstænastu her í Mikladali millum 6. og 8. hvørja viku.
- Annars verður lestur lisin, greiðir Signhild Joensen (myndin) frá.
Verandi kirkja varð tikin í nýtslu í 1915, eftir eina umfatandi umvæling. Nú, skjótt 100 ár seinni, varð enn ein stór umvæling gjørd, og kann kirkjufólkið í dag fegnast um ta snotiligu kirkjuna.
- Nú er hon sum ein nýggj kirkja, sigur Signhild Joensen.
Orð+mynd: SB
Onnur tíðindi