Skriva út

Fara 2000 ár aftur í kirkjusøguna

01.11.2022 Tíðindi
Marjun Lómaklett undirvísir á skeiðnum í kirkjusøgu. Her er evnið, hvussu kirkjan breiddi seg tær fyrstu øldirnar

- Stuttligt at síggja, at áhugin fyri kirkjusøguni er so stórur aftur í ár, sigur Marjun Lómaklett, prestur og undirvísari

Klaksvík: - Hvussu bar tað til, at kristindómurin fekk so stóra útbreiðslu, og breiddi seg enntá skjótt kring alt Miðalhavið í teim fyrstu øldunum eftir Kristi føðing? Ókey, eg veit, hvussu íðin Paulus var sum trúboðari. Men hann kundi væl ikki gera alt einsamallur, ha?!
Hetta var ein av spurningunum, sum kom fram tað fyrsta kvøldið, tá Klaksvíkar Kvøld- og Ungdómsskúli enn einaferð bjóðaði til eitt skeið í Kirkjusøgu.

Tað er aftur hesaferð Marjun Lómaklett, ið virkar sum integrasjónsprestur í føroysku fólkakirkjuni, sum stendur fyri undirvísingini, sum verður seks mikukvøld í vetur. Byrjað verður klokkan 19 og endað verður klokkan 20:45.

Í lýsingini hjá kvøldskúlanum var sagt, at ein her fer at tosa um ymisk hugtøk í kirkju- og samkomusøguni í Føroyum og øðrum støðum.
Skipað er soleiðis fyri, at luttakararnir møta tríggjar ferðir fyri jól og tríggjar ferðir í nýggja árinum. Eftir ársskiftið er ætlanin at gera eina forkunnuga útferð til Kirkjubøar, har alt umhvørvið er merkt av kirkjusøgu okkara. 

Líkt er til, at henda lærugreinin í kvøldskúlanum er ein, sum fólki dámar. Tí tá Marjun bjóðaði luttakarunum vælkomnar hetta fyrsta kvøldið, sótu 20 spent fólk í ymiskum aldrum, bæði úr Klaksvík, grannabygdunum og hinumegin Leirvíksfjørð, savnaði í skúlastovuni klár at taka ímóti øllum tí áhugaverda, sum hon fór at leggja fram.

- Tíverri lá ikki fyri hjá øllum at vera við hetta fyrsta kvøldið. Men vit verða væntandi eini átta fólk aftrat næstu ferð, upplýsir prestur.

Bygdi kirkjur
Ein partur av kirkjusøguni er sjálvandi tann, sum snýr seg um, tá kristindómurin gjørdist høvuðsátrúnaður í Rómaríkinum. Hetta var eisini nakað av tí, sum var tikið fram hetta fyrsta kvøldið í vetur.

Støðan hjá teimum fyrstu kristnu var, at tey vórðu atsøkt fyri sína trúgv av rómverskum keisarum. Men í byrjanini av 300-talinum gjørdist støðan ein onnur, tá tann nýggi keisarin í Rómaríkinum, Konstantin hin Mikli, kom til valdið.

Eftir at hava stríðst fyri at fáa einkarvaldið í økinum, skipaði hann so fyri, at kristindómurin fekk somu sømdir sum almenni átrúnaðurin í Rómaríkinum. Hetta gjørdi hann at fáa kirkjur bygdar, lata pening til leiðsluna í kirkjuni og at skipa fyri kirkjufundum. Theodosius, keisari, fekk skipað so fyri, at kristindómurin í ár 380 var upphevjaður sum statsátrúnaður í Rómaríkinum, samstundis sum annar átrúnaður var bannaður.

Hyggja vit so víðari frameftir, breiddi kristindómurin seg til alt Rómaríkið, heilt frá Norðurafrika sunnanfyri og allan vegin til Ongland norðanfyri. Haðani rakk hann eisini hendavegin umleið ár 1000, tá Sigmundur boðaði kristindómin her á landi á fyrsta sinni.

Spentir luttakarar  
Mikukvøldið 27. oktober upprann so dagurin, tá hetta skeiðið í kirkjusøgu skuldi byrja í einari av skúlastovunum á Skúlatrøð í Klaksvík.

Veðrið var einki at reypa av: Uttanfyri var nógvur vindur, men verri var, at talan var um satt glopraregn hetta kvøldið.

Hóast hesar umstøður so forðaði tað kortini ikki teimum tilmeldaðu luttakarunum at fara frá húsum og gjøgnum fleiri tunlar, og seta seg væl til rættis at lurta eftir tí, sum Marjun Lómaklett hevði uppá hjarta.

Nú er talan jú einans um seks undirvísingarkvøld, og tí er ikki møguligt at fara í dýpdina við øllum evnunum, ið kunnu takast upp í einum slíkum høpi. Er áhugi hjá luttakarunum í onkrum ávísum evni, so er møguleiki at tað kann takast fram.

- Vit hava bert avmarkaða tíð, men eg vóni, at tit kortini fáa nakað gott burturúr undirvísingini í vetur. Eg skal í øllum førum gera mítt til, at hetta verður áhugavert, sigur Marjun Lómaklett.

Onkur av luttakarunum hava verið til skeiðið í Kirkjusøgu áður, men hava kortini valt at melda seg til aftur í vetur.
Hetta má vera besta tekin um, at tey hava fingið nakað burturúr hini árini. Evnini í ár tykjast benda á, at luttakararnir aftur fáa nakað gott at taka heim aftur við sær.

Orð/mynd: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)