Skriva út

Familjugudstænasta og adventshugni í Fuglafjarðar kirkju

27.11.2009 Tíðindi
Familjugudstænasta og adventshugni í Fuglafjarðar kirkju

1.s.í advent, 29. november kl.12.00, verður familjugudstænasta í Fuglafjarðar kirkju. Gudstænastan verður løgd til rættis saman við sunnudagsskúlanum.
Hesi seinastu trý árini hevur sunnudagsskúli verið í kirkjutíð og hevur uppmøtingin verðið góð. Av og á eru felags tiltøk. Komandi sunndag verður so familjugudstænasta. Umframt vanligar sálmar, verða eisini onkrir lættari barnasangir, har børnini spæla ljóðføri. Sangbólkurin Gospelkids syngur. Advenstkransurin verður tendraður.
Dentur verður lagdur á bæði í sangi, sálmum prædiku og talu, at gudstænastan er viðkomandi bæði fyri børn og vaksin. Í gudstænastuni verður eisini dópur. Gudstænastan verður tikin upp á band og send í Sjónvarpinum sunnudagin kl.16.00.
Eftir gudstænastuna verður skipað fyri hugnaløtu við døgurða í kirkjukjallaranum