Skriva út

Fagnaðargudstænasta í Gøtu

21.02.2012 Tíðindi
Fagnaðargudstænasta í Gøtu

Hátíð, fagnaður og gleði settu dagsskránna í Gøtu kirkju sunnudagin 19. februar í ár. Tøkkin stóð á breddanum, tí tveir kirkjutænarar fingu tænastumedaljuna í silvuri fyri trúgva tænastu. Drotningin sýndi teimum henda stóra heiðurin.

Dániel Pauli Dalbø hevur verið deknur í fjøruti ár. Tey fyrstu 21 árini røkti hann hesa tænastuna einsamallur. Síðani er tænastan skipað á fleiri hendur, og deknar skiftast um at lesa lestur.
Magnus Heinason hevur verið klokkari í seksti ár. Tey fyrstu mongu árini var hann varamaður hjá pápanum. Eisini henda tænastan er nú skipað á fleiri hendur.

At geva slíkum stórum løtum gætur hevur nógv at siga fyri trivnaðin í einum kirkjuliði. Kirkjuráðið hevði gjørt nógv burtur úr. Løtan í skipinum var unnilig, og kirkjan er avbera vøkur í sjálvum sær. Í kjallaranum, ið er eitt vakurt og ljóst høli, var pyntað og borðreitt. Eftir gudstænastuna vórðu øll boðin til eina máltíð. Eitt gott borðhald við góðum mati.

Tað er eitt stórt aktiv hjá eini kirkju at hava eitt høli, ið kann savna fólkið til eina sosiala løtu, har kirkjuliðið kann vera saman á ein annan hátt enn til gudstænastur ella samveru í skipinum.
Tað nýggja ungdómskórið sang, og sangur teirra setti góðan dám á gudstænastuna.

Urguleikarin, Símun Hammer, stjórnaði teim ungu, og ein annar urguleikari, Petur Martin Johannesen, spældi klaver. Tað var hugtakandi vakurt at hoyra og síggja tey ungu koma syngjandi inn eftir kirkjugólvinum, tá gudstænastan byrjaði. Sangurin er lívsjáttandi, og tað var ein frægd fyri oyra at hoyra tey ungu syngja seinri í gudstænastuni.

Vit fegnast um júst hetta átakið, at so nógv ung syngja í einum kóri. Tað er gott fyri tey ungu, fyri kirkjuna og gevur løtuni í halgidóminum nakað heilt serligt.

Tænastan í kirkjuni er Guði til heiðurs og menniskjum til gleði og signingar. Vit ynskja Dániali Pauli og Magnusi tillukku við degnum og hesum stóra heiðuri. Samstundis siga vit teimum báðum takk fyri tænastuna.

Ein vøkur hugsan verður eisini send teim ungu við vón um, at ungdómskórið fær góða og bjarta framtíð.

Og so hin stóra ónevnda fjøldin av fólki. Ein fullsett kirkja. Tað er gott, at vit øll vóru til steðar.
Nógv arbeiði liggur aftan fyri eina so ríka fagnaðarløtu. Tøkkin eigur seinasta orðið.

JF.