Skriva út

Factum est!

20.12.2017 Tíðindi

”Men tað hendi í teimum døgum”, soleiðis stendur skrivað í Skriftini.
Tað stendur ” factum est”, sum merkir ”tað er ein veruleiki”!
Ikki sum í ævintýrunum, sum byrja ”einaferð var tað…”, men her er tað veruleiki, tað hendi! Jesusbarnið varð borið í heim ein ávísan dag, eitt ávíst ár.
 
Hann var borin í heim,so Hann kundi vísa okkum vegin heimaftur.
Alt okkara,so hugnaligt og vakurt tað kann vera, tað kann hvørva uppá onga tíð.
Kend fólk eru komin og farin.
Jarnkanslarin Bismarck minnast vit sum eitt bomm í dag, Sara Bernhardt endaði sum ein makrón við nougatkremi, keisarin Napoleon endaði sum ein napoleonshattur, Belle Helene sum ein dessert og gátuføra Greta Garbo, sum ein køka við hindberjasúltutoy.

Alt, sum vit hava og sum hevur virðið er nakað, sum vit hava fingið. Og alt er bert til láns.
Hugsa vit um tað á jólum ? At alt okkara kanska bara eru leiktjøld, dýrar kulissur, sum vit seta upp, tí nú skulu vit hava tað hugnaligt saman og vera góð hvør við annan? Rammur uttan nakað innihald? Og tá alt er av, veitslan komin at enda, standa vit so har við einum tómleika og ósvaraðum spurningum, meðan ónøgdin og leitanin bert veksur?

Vit hava so ómetaliga nógv at gera. Vit arbeiða fyri hús, bil og ferðir uttanlands, og vit eru áhaldandi íbundin við fartelefonini, smsboðum, breiðbandi og sosialum miðlum. Okkara
vegur eru fullur av tingum, umberingum og trúnna uppá sjálvan seg.
Men vit vóru funnin av kærleikanum, tá Augustus og Kvirinius ráddu fyri borgum, tí tá gjørdi Guð av, at nakað skuldi henda. Guð sendi eitt barn, sín Son, uttan nakran myndugleika at sannføra nakran ella noyða nakran. Og tá menniskjað sær hetta barnið, sær tað eitt paradoks, um  stendur í andsøgn til okkara skil og vit. Tey, sum taka móti barninum við hjartanum, mugu krossfesta skilið fyri at uppliva lívið. Tíð og ævinleiki, himmal og jørð møttust, tá Jesus legði frá sær alla sína himmalsku dýrd og lat seg føða naknan inn í henda heim. Tá skein Ljósið í myrkrinum.
Guð legði alt sítt í okkara hendur, so vit kunnu leggja alla okkara tøkk, gleði og sorg í Hansara hendur.

Vit kunnu siga frá stuttligum søgum og flenna eftir ymiskum skemtiligum, um ikki annað, so eftir okkum sjálvum, men tann stuttliga søgan fer afturum, og gleðin kann vera so stokkut. Men tá vit finna gleðina, ”skilja” ella hóma samanhangin í tí heila, tann gleðin verður verandi og ber yvir alt.
”Factum est”, tá síggja vit lítla barnið í okkara glitri og skilja við hjartanum, at hetta er kærleikin til mín, sjálvt Lívið,og so verður gleði og friðsæla. Brúgv er nú millum himmal og jørð, og tekinið var eitt barn. Ikki ein bumba undir kongaslottinum ella strangar lógir, men eitt lítið, heitt og bleytt barn, sum segði:
”Ikki við hermegi ella við vápnum, men bert við mínum Orði”!
Hetta barnið var ikki verandi í krubbuni. Tað kom upp á føtur, lærdi og gjørdi gott og stórur partur av heiminum byggir sítt demokrati á hetta lítla barn. Tað hendi tá, og tá hendir enn í dag, tí tað er livandi.
 
Múrar falla og aðrir verða bygdir uppaftur, ideologiir og ismur koma og fara, tí alt hetta er
upphugsað av deyðiligum menniskjum, men boðskapurin hjá lítla barninum í krubbuni
verður verandi. Hann er ævigur, tí teir himmalsku armarnir eru nú niðri á jørðini, og vit kunnu svara spurningunum - ”hvagar eri eg? hví eri eg her? og hvar fari eg?”
Tað hendi í teimum døgum – tað hendir nú og nú og nú...