Skriva út

Fáa tey ungu við í kirkjuráðini

31.08.2012 Tíðindi
Fáa tey ungu við í kirkjuráðini

Leygardagin 13. november skulu danir aftur á val, hesaferð til kirkjuráðsval – ella sum tey siga á donskum: valg til menighedsrådet.

Hóast eitt val altíð er ein spennandi hending, er ikki líkt til at hetta sama ger seg galdandi, tá talan er um hetta kirkjuráðsvalið. Tað vísir seg enn einaferð, at trupult er at fáa nóg nógv valevni til listarnar.

Hetta ásannar eisini formaðurin í kirkjuráðnum í Gellerup Kirke í Århus, Ole Thvillum í Kristeligt Dagblad, nú tey arbeiða við at fáa fatur á nýggjum valevnum. Hetta arbeiðið er, sum hann tekur til, farið frá at vera ringt til at gerast verri.

Hetta komandi valið skulu veljast fimm nýggir limir í kirkjuráðið, sum annars telur sjey limir. Tey eru tó ikki givin á hondum, men hava hesaferð, sum eina royndarskipan valt at lata nýggja kirkjuráðið bert sita í tvey ár, ístaðin fyri fýra. Og líkt er til at hetta hevur havt góða ávirkan.

- Tað tykist sum um vit hava funnið tey sum vit skulu brúka, og eg haldi, at henda nýggja skipanin hevur gjørt sítt til tað, sigur Ole Thvillum, sum samstundis fegnast um, at fleiri ung nú vísa áhuga fyri kirkjuráðsvalinum.

- Ja, tað er lættari at fáa ung at gerast valevni, tá tey bert binda seg í tvey ár. Og tað fer haraftrat at gera sítt til, at umframt meg sjálvan, verða øll í kirkjuráðnum nú undir 40 ár, sigur hann fegin.
Eina slíka royndarskipan sum hesa við Gellerup Kirke dámar mongum væl. Men tað finnast eisini tey, ið ikki vita, hvussu ella megna at fáa tey ungu at vísa áhuga fyri kirkjuligum arbeiði í einum ráði.

Ein kanning sum varð gjørd í 2004 vísir at 33 prosent av kirkjuráðslimunum mettu tað “nokkso trupult” at finna valevni til kirkjuráðini, meðan 13 prosent mettu tað sum “sera trupult”.

- Vit arbeiða íðin við tí, men tað gongur trupult. Tá vit skipa fyri serstøkum gudstænastum eru fólk ófør at møta upp, men tað er sum tey siga: “Júmen, her gongur alt so væl, og hetta megnar kirkjuráðið sum einki”.

- Men her mugu vit altso út at gera fólk varug við, at tað eru fleiri sum skulu inn at taka við ábyrgd, fyri at tingini kunnu virka, upplýsir Aage Stenhøj Jørgensen, sum nú er farin at leita eftir fýra ella fimm valevnum til kirkjuráðið, áðrenn freistin at lata inn listar er úti 11. september.

Eisini í Gjesing Kirke í Esbjerg uppliva tey ein vantandi áhuga fyri komandi kirkjuráðsvalinum.

- Vit skulu finna tveir nýggjar limir, og tað vænta vit eisini at vit megna. Men trupulleikin er, at vit eru ov gomul. Eg eri sjálvur 78, og næstformaðurin er farin um tey 80. Vit vildu fegin havt fatur á teimum ungu, men tey eru upptikin við so mongum øðrum, og tað kann ein jú eisini væl skilja, greiðir ein annar kirkjuráðslimur, Erik Iversen frá.

Her hevur ein kortini ikki tikið við møguleikanum við tvey ára valskeiðnum.

- Nei, herúti gera vit sum vit plaga. Vit eru kanska eitt sindur konservativ á hesum økinum.

Við kirkjuráðsvalið í 2008 var bert val í átta prosentum av sóknunum, og aðrastaðni eru tey 1898 kirkjuráðini ikki fullmannað. Miðalaldurin á kirkjuráðslimunum er í løtuni omanfyri 61 ár.


Orð: Snorri Brend