Skriva út
Eygleiðingar við urguna
12.11.2010 Tíðindi

Tað er ein trúfastur skari, sum gongur í kirkju, men tað koma nýggj fólk í nýggju kirkjurnar. Og tað er at gleðast um, at tað er lætt at samstarva við aðrar samkomur, sigur Oddvør Johansen, urguleikari í Hoyvíkar kirkju. Hon er als ikki bangin fyri, at nýggir siðir í kirkjuni fara at styggja fólk burtur, um bara tað, ið borið verður fram, hevur dygd.
-Tað, sum eg ræðist mest, er um vit styggja fólk burtur við gomlum vanum.
Oddvør Johansen, urguleikari, byrjaði at leika urgu í Havnar kirkju í 1969. Síðan tá hevur hon leikt í fleiri kirkjum bæði í Føroyum og í Danmark. Hon heldur, at hóast nógv er broytt á nógvum økjum í samfelagnum, hevur guðstænastan og tað, sum stendur í samband við hana, ikki broytt seg tað stóra. Fólk eru trúgv móti kirkjuni og vitja hana trúliga, sigur hon.
Hóast kirkjan er elligomul, og júst tað, at hon hevur hildið fast við sína siðvenju, ger, at hon stendur á so tryggum støði, er Oddvør Johansen ikki í iva um, at kirkjan eigur at loyva nýggjum tonkum og ráki at sleppa framat. Serliga hugsar hon sum urguleikari um tónleikaframførslur í kirkjunum.
-Eg skilji ikki, hví summi fólk eru so bangin fyri nýggju tíðini, sigur hon. Eg dugi ikki at síggja nakað skeivt ella skaðiligt í at loyva nýggjum ráki í kirkjuni, so leingi tað, sum framført verður, er dygdargott. Tí dygd skal til. Tað ber sjálvandi ikki til at loyva hvørjum sum helst í kirkjuni, staðfestir hon.
Munur er á at halda so fast við tað gamla, at einki er loyvt, og so at fara so langt sum at stovna fríkirkjur fyri at fáa leysari teymar at virka undir. Tað ger ikki petti, um tónleikaframførslurnar í kirkjuni viðhvørt kunnu tykjast eitt sindur poppaðar, bara innihaldið er “gott handverk”. Sum eitt nú at lata gamlar sálmar í nýggjan búna. At gera nýggj, nútímans løg til gomlu tekstirnar, er í fínasta lagi, heldur Oddvør Johansen.
Uppmøtingin í kirkjunum er ikki nógv broytt. Men tað sæst á kirkjuliðnum, hvar fólk býr. Í Havnar kirkju er kirkjuliðið kanska heldur eldri enn í nýggjaru kirkjunum. Eitt nú Hoyvíkar kirkju. Men tað heldur urguleikarin í Hoyvík ikki vera so løgið. Kirkjan hevur sunnudagsskúla, og har koma tey ungu foreldrini við børnunum, og fáa so bæði sunnudagsskúlan til børnini og guðstænastuna, sum tey sjálv eru við til, í einum.
Tá ein hevur leikt urgu í kirkjuni í eitt stívt mannaminni, kemst ikki undan, at ymsar eygleiðingar verða gjørdar. Sum eitt nú, hvørjar sálmar ella sangir fólk velja til tey ymsu høvini, tey brúka kirkjuna til.
Oddvør Johansen hevur leikt til bæði brúðarvígslur, barnadóp og jarðarferðir, og hon sigur, at tað sæst væl á sálmavalinum, hvørji fólkini eru, sum biðja um eina kirkjuliga tænastu. Tað sama er við prestunum, sum velja sálmarnar til tær ymsu guðstænasturnar, greiðir hon frá. Missiónsfólk velja ofta teir missiónsku sálmarnar, og fólk, sum ikki eru so von við at ganga regluliga í kirkju, velja kanska meira tilvildarligt. Tað er ikki vanligt, at fólk koma og biðja um at fáa sonevndar “kvøðuljómaschlagarar” sungnar til slík høvi. Og tó hevur sangurin “Fagra blóma” verið nýttur til jarðarferð, veit hon at siga frá.
Oddvør Johansen hevur verið urguleikari í Havnar kirkju og Vesturkirkjuni í Havn, eins og hon í fleiri ár, bæði í samband við, og eftir útbúgving í Danmark var urguleikari í ymsum donskum kirkjum.
Tá Hoyvíkar kirkja varð vígd í 2007, flutti Oddvør úr Havnar kirkju, sum tá var vorðin dómkirkja, niðan í Hoyvíkar kirkju at leika urgu. Urgan í Hoyvíkar kirkju er keypt gomul. Teir elstu lutirnir eru eini 90 ár, men ein stórur partur varð tó umvældur ella skiftur út, tá hon varð keypt til kirkjuna. Ætlanir eru um at stovna ein grunn til at fáa til vega fígging til eina nýggja urgu í Hoyvíkar kirkju. Men tað fer helst at taka sína tíð, ásannar Oddvør Johansen. Nógvir pengar skulu til at gjalda fyri eina urgu, sum uppfyllir tey krøv, ið verða sett til eitt slíkt ljóðføri. Ein urga sum hóskar til kirkjuna, kostar hálvaaðru til tvær milliónir krónur, metir hon.
Edvard Joensen.
Onnur tíðindi