Skriva út

Er mikroorganisman okkara loðsur?

02.09.2026 Tíðindi
Armgard

Ítróttarurið um skøvningin sigur tær, hvussu tú hevur tað og hvussu tú kanst líta á tað. Fetmátarin telur upp, hvussu langt eg flyti meg og sigur mær, um tað er nóg mikið ella ikki. Men flyti eg meg annars ? Mala tankar og vanar bara runt í ring, meðan fetini á leið at mennast sum menniskja eru so sum so ?

Ur og klokkur og tíðin annars eru ikki hvat tær hava verið. Fyrr var ein stovuklokka í næstan hvørjum heimi, sum við sínum ljódliga tikk takk minti okkum á tíðina, at hon gekk… Í dag liva vit í pausuleysum samfelagi, og hetta bara at lata hendur søkka í fangi ella sita og stara at ongum er ikki loyvt, tí tað er óproduktivt og kanska troðka tankar seg fram, sum mær ikki hugar ?

Eina ferð var Maslov pyramidan tað ultimativa, men í dag er vegurin til allan sannleika og sælu at eta rætt. Kanska tú hugsar teg um, tá tú keypir inn, so onnur í handlinum ikki lesa teg av og virðismeta teg, eftir hvat tú leggur í innkeypsvognin. So ovast við broccoli og salathøvdinum, so skumpa vit ísin ella chicken nuggets niðast í innkeypsvognin.

Fara vit ov langt henda ella handa vegin, so kemur slagsíða, tí gylti millumvegurin hjá Aritoteles er tann besti, men vit hava ofta so torført við at finna hann. Tí hildið verður, at vit eru farin so langt inn í garnar og tarmar og eta als ikki av góðum huga, men alt skal hava eitt endamál. Bláberini bíða, sum geva mær longri tíð at liva í.

Okkara dópsbræv sigur ein aldur, men vit hava eisini fingið ein biologiskan aldur, og tað kyrrar okkum, at hóast eg kanska havi fingið rukkar og tyngdilógin er sett inn, so liva gall og gøgn við teirra fríska lív.

Í einari tíð har onki stendur sum hevur staðið, og alt frá demokrati til matmynstur og familjur ridla, so leita við eftir tí støðufasta. Matur kemur innar og fer út aftur har hann skal, men hvussu við mær í hesi individuellu tíð, har vit ofta einsamøll royna at smíða okkum lukkuna góða og hava heilt gloymt at saman eru vit (ofta) sterk.

Og rakar okkum okkurt, so spyrja vit hví og verða tykkin og halda hetta vera órættvís, tí eg havi jú gjørt alt fyri at sleppa snikkaleys. Lívið er ein verkætlan, har eg seti tøl inn í rokniark og kaloriur og frítíð og meti aftur og fram, hvat eg skal og ikki.

Og er lívið vorðið til nakað fyri nakað og als ikki give and take, tí eg spæli høvuðsleiklutin í mínum gerandisdegi og fái ella nái eg ikki tað eg skal, so vísi eg kanska eina síðu av mær, sum ikki er so flatterandi, tí “I’m worth it” og tíðin gongur og áðrenn eg veit av, so endi eg sum burturkast ?

Vit menniskju kunnu almikið, siga frá torførastu biologi ella syngja, so øll fáa andaneyð, mála vakurleika á lørift ella skriva, so orðið sigur tær okkurt, fara upp á mánan ella niður í havsins dýpið. Men tá heystið kemur, hvat siga vit tá ?

Tá vit siga “okkurt má vera til, sum er størri enn…” “okkurt har bláberini onki megna”, “okkurt støðufast má vera..” Var onki til, so høvdu vit kanska ikki spurt hesar spurningar ? So komu vit í heimin dagsettan dag og fóru avstað aftur og tað var tað ?

Eru vit sum stóru ferðamannaskipini, sum í teirra stórleika og marglæti stevna inn á Nólsoyarfjørð, men sleppa so ikki longur. Tey noyðast at bíða eftir pinkulítla appelsingula bátinum, har loðsurin er umborð, sum kennir vegin og fær bugserað risaskipið trygt inn í havnarlagi.

Kanska vit í okkara individuellu tíð ikki bara hava gloymt Loðsin, men vit ána heldur ikki, hvussu vit kunnu fáa fatur á Loðsinum?