Skriva út

Er kirkjan komin út á tromina?

19.02.2022 Tíðindi

Ein umfarssótt hevur nógvar avleiðingar, vísir tað seg. Nú koronufarssóttin sleppur takinum á okkum, kvaklast vit við og eru farin at gáa eftir, hvussu nógv er ávirkað og broytt hesi bæði árini, vit hava verið svínabundin. Vit minnast ikki bara dagar við fepri, eymum nasum og hálsum, máling, terassu, sólsegli og glutenbollum, men sjálvt tað eksistentiella er ávirkað.

Fyrr segði mann “hygg uppá meg, tá eg tosi við teg”. Í dag vísa vit nakka, tí vit eru langt inni í okkara fartelefonum og skíggjum og vit siga frá øllum, sum hendir okkum, stórt og smátt.

Tíðin hevur havt við sær, at myndugleikar og autoritetar ikki hava sama vald ella tign. Vit vita sjálvi og leita upp svar og ráð frá øllum á teimum almennu pallunum. Vit líta ikki á tey, sum ráða, tí mín vitan og meining er eins góð og hansara ella hennara.

Ein linja í einum sangi sigur: “Prestur dugir onki til”. Ja, hvat skal prestur duga í einum samfelagi, har vit taka innkeypskurvina og seta saman okkara andaliga tørv, so sum vit halda tað passar til okkara profil. Eitt kilo av kærleika, 2 kg av feel good orðum, og ríkiligt av tíð til mín at siga, hvat eg haldi og meini.

Kirkjufólkið fór í kirkju fyri at vera “ítalusett”, og spurt var: “hvat segði prestur í dag”?

“Far inn í kamar títt og bið til Faðir tín, sum er í loyndum” er nokk ikki galdandi parola í dag.

Vit seta nú alment orð á alt. Størsta megafonin er FaceBook, sum varpar alt út. Vit vilja so fegin hava eina løtu mitt í tí heila, vilja síggjast, vilja hoyrast.

Sum skilst, so sleppur kirkjan ikki snikkaleys undan koronuávirkanini. Er kirkjufólkið, sum fer í kirkju og situr stilt í kvirruni og lurtar, ein saga blott? Vilja vit heldur savnast í smáum bólkum og varpa ljós á og tosa um alt?

Meini so við, um fólk ikki fara í kirkju aftur, men heldur vilja hittast til prát í ymsum húsum, meðan caffé latté glíður niður í Mega mussel krússum og við heitum kardemummusnurlum, jamen, er so ikki bara at byrja at taka veggir niður og gólv upp í kirkjunum og selja á FB sum nógv brúktur viður?

Hvat er problemið? Er tað prestur, sum ikki megnar at prædika til fólkið? At lýsa Skriftirnar, so tær verða dagsaktuellar ? Ella eru tað fólkini, sum ikki vilja sita kúrr og lurta, sum eru ótolin og keða seg?

Er tíðin farin frá serstaku atmosferuni í kirkjuni, stórum orðum, angin av døgverðasteik og sunnudagsklødd fólk, og tita vit nú heldur hús í hús at smalltalka?

Um prestur ikki longur hevur servitanina um sorg og deyða, hjúnarband og kærleika, náði, miskunn og øll tey stóru orðini, sum seta okkum í annan felagsskap, hvat skulu vit so við einum presti ella kirkjuni?

Runt um í nógvum býum standa vakrir katedralar, sum hava staðið har í fleiri hundrað ár og sum anga av søgu. Teir eru sum varðtekin í hesum býum.

Onkursvegna hava teir ein ævigan dám yvir sær, stórir og glæsiligir og høgt til loftið, sum skal ímynda opna himmalin yvir okkum. Í mun til í dag, har vit venda og snara og vilja hava samtíðina og tað, sum júst er tjep og hipp inn í kirkjuna.

Men so hvørvur kirkjan, og vit hava eitt miks maks av einari samanrenning, sum tekur tign og tann æviga dámin burtur.

Men sagt verður, at kirkjan er bygd av livandi steinum, les :(tú og eg) so.....?
Hon stendur so har og hevur orðini til eitt mannalív, so ella so, men eg veit kanska betur?

Fyrr segði mann, at guðstænastan var ferðavistir (les:andaligur matpakki) fyri restina av vikuni!

Vit liva í einari tíð, har broyting og undirhald er lyklaorðið til alt. Eg havi hendan bilin, til eg fái ein størri, eg havi henda køkin, til eg fái ein øðrvísi og eg havi hesa kirkjuna, til eg fái eina aðra?