Skriva út

Enn eina ferð birtist heimurin av nýggjum

06.05.2021 Tíðindi

Fyrr kundi mann síggja í húsum mynd, sum segði at “Guðsótti og nøgdsemi er stórur vinningur”.

Orð sum ljóða óskiljandi, ljóða sum eitt mantra? Nøgdsemi? Er tað nakað statiskt? Skal mann ikki javnt og savnt tráa eftir meia? Men eg haldi, at hugtakið nøgdsemi hevur fingið eina “yvirháling” í hesu koronutíðum.

Har vit áður hildu, at vit vóru snúningsásin og eg gjørdi sjálv av, hvussu mítt lív varð, so skakast tann hugsjónin. Bøkur í rúgvuvís eru keyptar, sum siga, at tú kanst alt, heimurin liggur víðopin, ynsk tær hvat tú vilt og tú skalt fáa tað, tú ger sjálv av, hvussu tú fær eitt væleydnað lív. Minnir meg ikki sørt um fólkini sum fyri árum síðani vóru frammi og søgdu, at um tú varð sjúk ella ikki hevði framburð, so var tað tí tú hevði ov lítla trúgv.

Men vit kunnu ikki alt, øll kunnu ikki vera tónleikarar ella skiparar. Vit átaka okkum at bera allar møguligar krossar, tí vit halda at alt hongur á okkara herðum og gongur ikki eftir vild, ja, so er skuldin mín og barasta mín.

Og vit fara at tosa við trøini, vit planta og seta niður og eta egið grønmeti, súlta og knoða, binda og endurnýta. Vit hava fingið etiskt ringa samvitsku um alt og øll. Hvussu vit eru móti øllum livandi, náttúruni allari, hvussu skulu vit ferðast, hvat keypa vit av smyrsli á høvur og hupp, hvønn lit til hárið, el-bil ella ikki, hvussu tosi eg við onnur, hvussu skilji eg tað, sum skal burtur, tí vit hava skilt, at alt ikki bara snýr seg um teg og meg.

Og vit varnast at menniskju flest liva ikki í 25 hitastigum, sorgleys á sólstóli, men í okkara fyrilitaleysari jagstran eftir eydnu og lukku hava vit gloymt, at lívið gevur skump, dalar og mótburð, so tá tú ert um at misssa andan, og meðan tú kikkar eftir luftini, verður alt liviligari, tá onnur sigur tær, at tey hava verið í júst somu støðu, sum tú ert í nú.

Og tað kavar og onkur sigur at tjaldrið hevur fult reiður av kava. Men várið er her, vit síggja tað grønkast undir hvíta følvinum.

Og guðsóttin og nøgdsemið? Dýri biðidagur er júst farin afturum og vit halda, at at biðja er at krevja ella at skriva ein ynskilista og Guð er sum ein automat, sum svarar, so sum vit krevja.

At biðja er at vænta sær tað rætta svarið, sum kanska er nakað heilt annað enn tað eg eri før fyri at hugmynda mær.

Pávi Frans eigur hesi orðini, at “Áin drekkur ikki vatnið sum rennur, trøini eta ikki fruktina tey bera, sólin skínur ikki fyri sína egnu skuld og blómurnar anga ikki fyri sína egnu skuld. Tað er ein náttúru lóg ,at vit vit liva fyri hvørjum øðrum, óansæð hvussu torført tað er.Vit eru sett í heimin fyri at hjálpa næstanum. Lívið er fantastiska gott, tá eg eri eydnusom, men enn størri, tá eg geri onnur menniskju lukkulig.”

Nøgdsemi føðir takksemi. Størstu gávurnar í lívinum eru ikki tær, sum eg kann keypa mær, men nakað sum verður okkum givið. Sum tá mann ein várdag á Oyrasund sleppur at anga nýborið mannabarn, tá “birtist heimurin av nýggjum”.