Skriva út

Emil – ein virkin prestur

06.12.2023 Tíðindi
Emil Olsen, stiftsprestur
Tann 4. desember í ár hevði Emil Olsen 40 ára starvsdag sum prestur í føroysku fólkakirkjuni.
40 ár er ein drúgv tíð á arbeiðsmarknaðinum í somu tænastu.
Emil Olsen var sóknarprestur í Eiðis prestagjaldi í góð 35 ár. Hann var virkin í hesi tænastuni og lagaligur at heita á.

Hann var tøkur dag og nátt og spardi ikki seg sjálvan. Emil var starvsfelagi hjá bæði núverandi dómprósti og biskupi ta tíðina, teir vóru sóknarprestar í Eysturoynni.
Rósandi orð við máta eru gagnlig og hóskilig. Emil fær tað skotsmálið, at hann var ein frálíkur starvsfelagi. Hann spardi seg ikki, tá ið vit aðrir vóru sjúkir ella burturfrá í longri tíð. Tænastan í kirkjuni er DNA´ið hjá Emili Olsen.

Emil hevur tey seinastu fimm árini verið stiftsprestur og arbeitt tætt saman við leiðslu kirkjunnar. Hann hevur stóra liturgiska vitan og hevur verið hollur í ráðum hjá biskupi.
Saman við øðrum legði hann nógva orku í arbeiðið at útvega kirkjuni tær liturgisku bøkurnar, ið verða nýttar við t.d. gudstænastur og tær kirkjuligu tænasturnar.

Stiftspresturin heldur gudstænastur runt um í landinum eftir tørvi í prestanna fráveru. Hann hevur eisini verið vikarur, tá ið sóknarprestar hava havt farloyvi.

Nøkur fá jalig orð eru hóskilig saman við túsund ferðir tøkk og ynskinum um Harrans signing.
Bestu kvøður frá okkum í umsitingini á Biskupsgarði.
Myndir: Katrin Joensen