Skriva út

Embætini í Suðuroyar norðara prestagjaldi

30.05.2023 Tíðindi

Herfyri var søkt eftir tveimum sóknarprestum til Suðuroyar norðara prestagjald, í Hvalba og á Tvøroyri.
Í fólkakirkjuna eru tað staðbundnu kirkjuráðini, ið innstilla umsøkjara til setanir av sóknarprestum. Biskupur fylgir vanliga ynsktu innstillingini.

Hanus Pál Jógvansson var settur í embætið Hvalba, har hann frammanundan var virkandi sóknarprestur.

Til starvið á Tvøroyri komu 5 umsóknir. Tann 10. mai innstillaðu kirkjuráðini ein umsøkjara, ið eftir umhugsunartíð valdi ikki at taka við embætinum.

Síðani hava kirkjuráðini valt at lýsa embætið við sæti á Tvøroyri leyst av nýggjum.

Væntandi verður aftur lýst eftir sóknarpresti um Ólavsøkuna.

biskupur