Skriva út

Elinborg: - Eg varð leidd í kirkju, men skilti ikki altíð alt

16.09.2022 Tíðindi

Elinborg Osvaldsdóttir varð sum barn leidd í kirkju, í sunnudagsskúla og á møti av foreldrum sínum. - Hetta hevur givið mær eina virðismikla barlast víðari í lívinum, sigur hon

Orð: Snorri Brend (www.folkakirkjan.fo)

BØRN Í KIRKJU – grein 3: - Brúka vit og skil, og lat børnini sleppa at ganga í kirkju!

Soleiðis ljóðar útsøgnin frá 38-ára gomlu Elinborg Osvaldsdóttir, sum bæði hevur verið deknur og havt sunnudagsskúla í Gøtu kirkju.

- Ja, lat børnini fáa lut í hesum dýra arvi - at sleppa at ganga í kirkju. Tað skal nevniliga bara eitt einstakt ættarlið til at bróta eina góða siðvenju, sigur hon hugsunarsom.

Elinborg er fult greið um, at fyri mong kirkjufólk og møtifólk eru teskandi og larmandi børn eitt, sum ger, at tey ikki kenna ta góðu upplivingina og friðin, tá tey fara hagar.

Fyri hana er púra greitt, at alt skal vera við máta og tekur fram egna uppliving í kirkjuni:

- Eg var sjálv deknur til eg gekk við tí triðja barninum. Tá vóru hini bæði so smá, at tey kundu funnið upp á at gingið og malið runt um beinini á mær, meðan eg las lestur. Tað haldi eg hevði órógvað ov nógv.

- Eg segði meg tískil frá og havi ístaðin sunnudagsskúla, ið verður hildin í kirkjutíð her í Gøtu. Har kunnu tey mala, sum tey vilja, tí tað ikki verður væntað júst tað sama av teimum her sum undir eini gudstænastu.

SUNNUDAGUR X 3
Fyri Elinborg Osvaldsdóttir, sum er ættað úr Hoyvík og síðani gift til Syðrugøtu, var sunnudagurin merktur av andaligum tiltøkum.

- Eg varð leidd í kirkju – Havnar kirkju og Vesturkirkjuna og í sunnudagsskúla og á møti í Meinigheitshúsinum í Havn. Tað eru helst ymiskar meiningar um, hvørt tað er rætt at møta til trý tiltøk á hvíludegnum.

- Men eg haldi tó ikki, at vit sum familja altíð vóru til øll trý. Kanska gott tað sama, sigur hon.

Hóast henda rættiliga siðbundna sunnudagin, er Elinborg fult greið um, at alt hetta hevur givið henni ein førning, soleiðis at hava verið leidd í kirkju í heimstaðnum, men eisini tá ið tey vitjaðu ommur og abbar í Gøtu og í Sandavági.

- Eg havi tí eitt serligt pláss í mær til júst hesar kirkjurnar, og so eisini Hoyvíkar kirkju, sum kom seinni, og har vit somuleiðis vórðu gift.

- Hinvegin vil eg siga, at allastaðni har eg havi verið, er tað tó serligt at koma inn í eina kirkju. Hóast fremmand, so er kirkjan kortini heimlig og kend, greiðir Elinborg frá.

EIN SERLIGUR FRIÐUR
Ein spurningur í hesum sambandi er, hvat tað er sum ger, at ein ung kvinna og familja hennara halda áfram við hesum góða vananum at ganga í kirkju.

- Fyrst vil eg siga, at vit eru ikki hvønn tann einasta sunnudag í kirkju. Vit fara, tá ið tað liggur fyri. Men tað eru serliga sálmarnir og bíbliutekstirnir, sum gera, at uttan mun til, hvussu long tíð er gingin síðan eg seinast var í kirkju, so kennist tað kent og fjálgt at koma her.

Sjálv hava hon og maðurin roynt at leitt síni børn í kirkju, eisini tá ið eingin sunnudagsskúli er.

- Ja, vísir Elinborg á. - Tað er helst so, sum ein vís kvinna, ið nú er vorðin tilkomin, segði mær: Í kirkjuni er ein serligur friður.

- Vit vóru í kirkju uttan altíð at skilja alt, men friðin og nærveruna saman við familjuni minnist eg enn. Og sálmarnar dugi eg allar uttanat!

Júst hetta er ein dýrur fongur at hava við sær: At duga sálmar man hava styrkt manga tunga løtu.

- Og hvør veit, um ikki orðini, tú sum barn hoyrdi, fara at geva meining seinni í lívinum?

MIÐALALDURIN LÆKKAR
Um hesi orðini um ”tann serliga friðin í kirkjuni” leggur Elinborg eina persónliga hugsan aftrat:

- Eg hugsi mangan um, at ongantíð hevur hesin tímin - við nærveru, friði og einum góðum Guðs orði - verið meira virðismikil enn nú.

Sum nýggj foreldur kunnu vit ofta vera í so skjót at fara út í forkirkjuna við børnunum, um tey geva okkurt ljóð frá sær.

- Men sum tíðin er liðin, haldi eg tað vera nógv meira týdningarmikið, at børnini altso hava verið í kirkju, heldur enn at tey sita heima vegna møgulig óljóð í kirkjurúminum.

- Ja, lat tey úr skónum, so kunnu tey ganga ein friðarligan túr, meðan foreldrini hava tey í eygsjón. Tað skuldi ikki órógvað hoyrilíkindini. Eisini kunnu tey hava eina barnabók at hyggja í. Nógvastaðni liggja barnabøkur í forkirkjuni. Tað haldi eg vera eina fevnandi heilsan frá kirkjuni.

- Hetta hevði somuleiðis lækkað miðalaldurin í nógvum kirkjum, – eitt ynski, sum helst skuldi ligið frammarlaga hjá bæði kirkjuráðum og kirkjufólki sum heild, sigur Elinborg Osvaldsdóttir at enda.

- - - -

Hetta er triðja greinin í røðini um børn í kirkjuni. Næstu ferð fara vit at frætta frá øðrum føroyskum mammum um henda spurningin.

Fyrsta greinin kann lesast við at trýsta her:

Onnur greinin kann lesast við at trýsta her: