Skriva út

Eldragudstænasta við jólahugna í Glyvra kirkju

08.12.2023 Tíðindi

Seinnapartin mikudagin var Glyvra kirkja karmur um ta árligu eldragudstænastuna, sum hevur verið fastur siður har í meira enn 20 ár.

– Nokk so skjótt eftir at eg í 2000 var komin í prestagjaldið sum nýggjur prestur, tók eg stig til hesa serligu eldragudstænastuna, sum vit síðani hava havt á hvørjum ári, greiðir sóknarpresturin á Glyvrum, Meinhard Bjartalíð, frá.

– Tað vísti seg beinanvegin, at tey eldru tóku sera væl ímóti hesum tiltaki, sum er sera hugnaligt og fjálgt hesa tíðina, tá ið vit nærkast jólunum. Tey geva til kennar, at hetta er ein góð løta, ið tey gleða seg til hvørja ferð.

Eldragudstænastan verður skipað eftir sama leisti hvørja ferð. Tað vil siga, at tá er bæði skriftamál og altargongd, ein stutt prædika av kórsgáttini og eitt musiskt innslag, sum hesaferð var, at Marita Joensen, sopranur, eftir prædikuna sang eina spildurnýggja týðing av jólasálminum hjá Grundtvig, ‟Kimer, I klokker”.

Millum 80 og 100
Hóast hetta er ein serlig eldragudstænasta, so eru regluligar gudstænastur hvønn sunnudag á ellisheiminum, har møti eisini verða hildin, so tey eldru eru von við at koma til Guðs orð, men eru tó serliga spent, tá ið hetta høvið býðst.

– Tey fyrstu árini sendu vit í samstarvi við heimarøktina og ellisheimið innbjóðingar út, umframt at tey í eldrafelagnum Nón eisini fingu innbjóðing. Saman við teimum eldru koma bæði starvsfólk á ellisheiminum og avvarðandi við eisini, sigur Meinhard.

– Vit plaga at vera úr 80 upp í 120 fólk, tá ið tað hevur verið sum mest. Men tað velst sjálvandi um veður og vind, og nú alt var beinfryst henda dagin, vóru vit kanska ikki so mong, sum vit onkuntíð hava verið. Roðin syrgdi við bussum og bilum fyri, at øll komu trygt aftur og fram.

Fjálgt og jólaligt
Tá ið sjálv gudstænastan er liðug, verður farið inn í nýggjara partin av kirkjuni, har tað á besta hátt er dekkað upp til ein góðan drekkamunn við mandlurísi, kleynum, karamellum, og tað setir ikki minst sín dám á henda góða seinnapartin.

– Tað er so framúr fjálgt og jólaligt at seta seg inn hagar aftaná, og tá plagar prátið at ganga væl, meðan fólk hugna sær við borðini, sigur Meinhard Bjartalíð, ið heldur Glyvra kirkju vera so deiliga jólaliga hesa ársins tíð.

– Ja, eg hugsi ikki, at hon hevur verið jólaligari enn tað sama, nú vit hava ikki færri enn fimm jólatrø, umframt sjálvandi ta stóru jólakrubbuna, ið fyllir tað nógva av endavegginum í nýggjara kirkjurúminum. Ei undur í, at vit øll á hvørjum ári gleða okkum til hesa løtuna.

Orð & myndir: Hilmar Jan Hansen