Skriva út
Eldra guðstænasta í Vágs Kirkju
26.11.2009 Tíðindi

Fríggjakvøldið verður serlig Eldra guðstænasta í Vágs Kirkju.
Tað er Hanus á Gørðum, virkandi sóknaprestur í Klaksvík, sum vitjar Suðuroynna, og kemur hann at hava tvær guðstænastur, meðan hann er í Suðuroy.
Fyrra guðstænasta verður fríggjakvøldið 27. Novembur kl. 17.00, tá ið Hanus á Gørðum kemur at hava serliga guðstænastu við altargongd, fyri eldri fólki. Umframt at Hanus virkar við, so verður eisini sangur á skránni, tá ið Mirjam og Victor Carlsen, koma at spæla og syngja tveir sangir.
Eftir guðstænastuna verður samverða við ábiti í Missiónshúsinum.
Í sambandið við Eldra guðstænastuna, so koyrir bussur av Tvøroyri, og steðgar á vanligu støðunum, og ber til at ringja til bussføraran á 226566, og avtala nærri.
Øll eru hjartaliga vælkomin til hesa guðstænastuna.
Kirkjuráðið
Onnur tíðindi