Eitt prestaembæti afturat í Suðurstreymoy.
Nútíðin setir stór krøv til lívið, og ikki so fáur kennir til strongd. Tað er so nógv, ið vit skulu náa, so nógv, ið vit ikki náddu. Í øllum meldri stendur kirkjan sum eitt friðskjól, har vit fáa møguleikan at njóta friðin, sálmarnar og bønina. Fáa møguleikan at hoyra okkara egna hjarta sláa.
Vit eru tilvitað um lívið. Skipað verður fyri ymiskum átøkum, ið eggja okkum til at taka ábyrgd av egnari heilsu. Vit skulu ganga, eta grønt og hava eina javnvág ímillum arbeiði og frítíð.
Andalig heilsa er komin á breddan. Fyrstu ferð, ið undirritaði varnaðist hetta hugtakið, var í eini skrá hjá Tilhaldinum í Tórshavn, har tey gjøgnum ein vetur skipaðu fyri fyrilestrum um ymisk viðurskifti, ið nema lív og heilsu. Ein av fyrilestrunum snúði seg um “andaliga heilsu”.
Fólkakirkjan metir, at gudstænastan hevur gagnligt árin á tilveru manna sum heild. Prestarnir hava ein stóran samfelagsligan leiklut bæði í álvara og gaman. Ikki minst hetta at sýna teimum farnu ein sømiligan heiður á teirra seinastu ferð. Øll játtan til kirkjuna er ein íløga í sunna hugsan og andaliga heilsu.
Tveir prestar gera tænastu í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi. Í vár søktu vit tann politiska myndugleikan um ein prest afturat. Arbeiðsbyrðan er vaksandi, og vit ynskja sum kirkja framhaldandi at veita eina góða tænastu. Vit hava fingið játtandi svar, og eitt nýtt prestaembæti verður skipað í vestara prestagjaldi.
Leiðslan í fólkakirkjuni takkar landsstýriskvinnuni, Mentamálaráðnum og tí politisku skipanini fyri jaligan hugburð og gott samskifti.
Gongst eftir ætlan, verður søkt eftir presti at byrja á vári / sumri 2009.
JF.