Skriva út

Eitt megnarkór á Ólavsøku

28.07.2012 Tíðindi
Eitt megnarkór á Ólavsøku

Eitt av størstu kórum í Føroyum nakrantíð ferð Ólavsøkumorgun at seta dám á skrúgonguna úr Dómkirkjuni í Løgtingi. Siðurin við at savna kór at syngja á Ólavsøku er meira enn 80 ára gamal.

Teir umleið 220 sangarnir hava vant eina fjølbroytta sangskrá, sum nú er klár at framføra á Tinghúsvøllinum Ólavsøkudag.

Kórleiðari í ár er Leif Hansen sum eisini fer at stjórna kórinum á Tinghúsvøllinum. Ólavur Hátún stjørnar kórinum á sangløtuni á Tinganesi beint aftaná.

Orð: Leif