Eitt kirkjuligt arbeiði - tvær kirkjur

Hanna Vágsheyg er forkvinna í nevndini hjá Santa Ólavs Kirkjuliði og er eisini virkin í føroyska arbeiðinum í Eliaskirkjuni, har ið maður hennara, Birgir Sigurðsson situr sum nevndarlimur.
Hanna Vágsheyg og maðurin Birgir Sigurðsson úr Klaksvík fluttu til Danmarkar í 2002 fyri at lesa. Tey vóru bæði von við at ganga á gudstænastu og til møtir í Føroyum.
- Tá ið vit fluttu niður til Danmarkar hoyrdu vit skjótt um føroyska arbeiðið í Eliaskirkjuni. So tað fall natúrligt fyri okkum at byrja at ganga har og verða virkin í tí arbeiðinum. Hetta er eitt arbeiði, sum minnir nógv um møtini hjá Heimamissiónini í Føroyum. Føroysku gudstænasturnar í Samuelskirkjuni komu vit til eini trý ár eftir at vit vóru flutt niður. Eg minnist ikki heilt, hvussu tað var, men Birgir varð biðin um at hjálpa til sum deknur og eftir tað eru vit komin til føroysku gudstænasturnar javnan, sigur Hanna.
Birgir byrjaði sum deknur í Santa Ólavs Kirkjuliði í 2005, har ið hann saman við trimum øðrum deknum, hevur hjálpt til við føroysku gudstænastunum. Í 2008 kom Hanna í nevndina hjá føroyska arbeiðinum í Samuelskirkjuni og varð vald sum forkvinna. Men ein kann passandi spyrja, um ikki tað er eitt sindur tvørligt at hava tvey føroysk kirkjulig arbeiðir í tveimum kirkjum? Hví ikki hava alt í einari?
- Nei, eg veit ikki, um tað er nøkur grund til at hava bæði í somu kirkju. Í Eliaskirkjuni eru møtir, meðan tað í Samuelskirkjuni eru gudstænastur. Hetta er ein strukturur, sum vit kenna væl í Føroyum, har ið møtini eru í missiónshúsunum, meðan gudstænasturnar eru í kirkjunum. So tað er sum so einki ónatúrligt í tí. Men hinvegin hevði tað kanska verið ein styrki her í Keypmannahavn, um alt tað føroyska fólkakirkjuliga arbeiðið var í somu kirkju. Arbeiðið í Eliaskirkjuni er jú sum so eitt fólkakirkjuligt arbeiði, sum er grundað á somu játtanarskriftirnar, sum fólkakirkjan hevur, sigur Hanna at enda.