Skriva út

Eitt gott tiltak fyri øll í kirkjukjallaranum

31.10.2021 Tíðindi
MYND: Marjan Kass Nielsen greiðir frá egnum upplivingum í eini flóttafólkalegu í Miðeystri. Fólk lurta við áhuga.

- Tað er sera stuttligt hjá okkum at síggja, at tey er so mong sum trúfast møta upp til hetta tiltakið seinnapart fríggjadag í kirkjukjallaranum. Vit hava eina fasta skrá við sangi, andakt og so einum áhugaverdum evni. Hetta dáma teimum væl, sigur Hanus á Gørðum, prestur við Christianskirkjuna.

Orð/myndir: Snorri Brend.

KLAKSVÍK: Tað eru teir tríggir prestarnir í Norðoya vestara prestagjaldi, sum uppá skift taka sær av hesum tiltakinum fyrsta fríggjadag í hvørjum mánaði.

Longu meðan Hanus á Gørðum var prestur í Suðurstreymoyar vestara prestagjaldi, at hann sá tað týdningarmikla í at gera nakað fyri tey, ið eru komin nakað upp í árini.

- Eg var ofta biðin at koma í KFUK til Eldrasamkomuna mánadag seinnapart at greiða frá onkrum áhugaverdum. Her hittist ein fittur flokkur av eldri fólki í Havn, og tað var sera hugnaligt at vera saman við teimum, greiðir Hanus frá.

Tá Hanus so seinni fekk prestastarv við heimstaði í Klaksvík, hugsaði hann mangan um hesa eldrasamkomuna, og sjálvandi um, hvørt ein kundi fáa skipað eitt slíkt tiltak fyri fólk í Norðoyggjum.

Eftir at hava ráðført seg við kirkjuráðið, var fyri eini 10 árum síðani farið í gongd við hesi hugnaløtuni, sum verður hildin í sera hugnaliga kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni. Her eru allir hentleikar til at skipa eina slíka Hugnaløtu.

- Tiltakið er, sum vera man, fyri øll. Men tey flestu, sum koma higar, eru farin nakað upp um tey 60 árini. Hinvegin so vil eg eisini siga, at uppmøtingin hevur verið sera góð, slær hann fast.

Næstu ferð, tey hittast verður 2. fríggjadag í november, 12. november. Tá fer Heri Joensen, prestur, ættaður úr Svínoy at greiða frá ymiskum áhugaverdum av útoyggj.

TIL ALLAR ALDURSBÓLKAR
Tað verður onkutíð sagt – helst við einum skálkabrosi - at prestarnir bert arbeiða ein tíma um vikuna, altso tá gudstænasta er sunnudagar. Men tey, sum fylgja við hesum, vita sjálvandi, at hetta er ikki satt.

Eitt er, at tað eru nógv arbeiðir, sum ein prestur ger gjøgnum vikuna, men sum fólk kanska ikki síggja ella merkja: Til dømis at skula fyrireika eina prædiku hvønn einasta sunnudag, práta við dópsfólk, brúðarpør, undirvísing av konfirmantum og tosa við tey, ið syrgja, umframt allar hinar uppgávurnar og tænasturnar í eini kirkju.

Hyggur tú eftir teim tiltøkum, sum í dag verða fyriskipaði í kirkjunum, so er gudstænastan sjálvandi tann týdningarmesta. Men gjøgnum eina viku kanst tú finna mong ymisk tiltøk í føroysku kirkjunum, og sum venda sær til ymiskar aldursbólkar og áhugabólkar.

Millum alt hetta kunnu nevnast skrúvugudstænastur, náttarkirkju, sanggudstænastur, kvirrugudstænastur, barna- og ungdómsgudstænastur, familjugudstænastur og Nánd, eins og kirkjan eisini verður brúkt til listaframsýningar.

Eitt heilt annað tiltak er júst tað oman fyri nevnda her í Christianskirkjuni, her roynt verður at hava okkurt áhugavert á skránni hvørja ferð fyri tey eldru.

Fyrsta fríggjadagin í oktober mánaði var tað Marjan Kass Nielsen av Nesi, sum hevði dagsins evni, ið var um missión umvegis sjónvarp og um næstrakærleika.

BØRN HOYRA UM JESUS
Marjan hevur áður verið ráðgevi hjá sunnudagsskúlunum í Heimamissiónini, og hevur eitt stórt hjarta fyri missión til børn í Miðeystri og Norðurafrika.

Hetta arbeiðið verður millum annað gjørt umvegis SAT-7 Kids, ið er kristin sjónvarpsrás, sum sendir út og deilir Guds kærleika við børn í hesum økinum.

Á hesi Hugnaløtuni í Christianskirkjuni fingu tey at vita, at hetta í roynd og veru er einasta kristna sjónvarpsrásin fyri børn í hesum økinum. Og hugsar ein um, hvussu víða hon man røkka, so var upplýst, at hon røkkur til fleiri milliónir børn í muslimska heiminum við gleðiboðskapinum um Jesus.

Eitt slíkt evni er viðkomandi fyri føroyingar á mongum ymiskum økjum. Nevnast kann nevniliga, at børn úr sunnudagsskúlum kring Føroyar javnan savna inn pening til at stuðla hesum arbeiðinum hjá SAT-7 Kids.

Á einari av ferðum sínum í økinum fekk Marian við egnum eygum høvið at síggja umstøðurnar í einari av mongu flóttafólkalegunum, ið norðara parti av Libanon, tætt við markið til Sýria.

Við sigandi myndum og áhugaverdari frásøgn greiddi hon frá um neyðina, ið har er, og um hvat verður gjørt fyri at lætta um og geva børnunum ein góðan gerandisdag, hóast truplu umstøðurnar.

GÓÐ HUGSKOT
Tað eru sum nevnt teir tríggir prestarnir í økinum – Øssur Kjølbro, Marjun Lómaklett og Hanus á Gørðum – sum standa fyri hesum tiltakinum.

Hanus á Gørðum greiðir frá, at tey hava havt nógvar góðar, stuttligar og áhugaverdar løtur hesar seinnapartarnar fríggjadag.

Onkutíð verður tikið í ta lokalu søguna; onkutíð verður greitt frá onkrum sálmaskaldi; og onkutíð verður okkurt áhugavert evni tikið upp, til dømis um føroysku ullina, sjómansmissión, skakandi tilburð á bygd og hesaferð altso um missión í Miðeystri.

- Fyri at gera Hugnaløtuna so áhugaverda sum gjørligt, plaga vit at spyrja tey, sum koma fast til tiltakið, um tey hava onkur góð hugskot til evni ella fólk. Soleiðis verður tað so viðkomandi sum gjørligt, sigur Hanus.

Eitt annað, sum er fast á skránni, er at gera eina útferð um várið. Her hava tey vitjað í Suðuroy, Sandoy, Vágum, Havn, Strondum, Vestmanna og á øðrum støðum.

- Vit plaga at kunna fylla tveir bussar, tá vit fara útferð. Eg haldi, at teimum dámar hetta sera væl, og tykjast hugna sær væl saman við okkum, sigur Hanus á Gørðum at enda.