Skriva út

Eitt gott høvi at stuðla barnaarbeiðinum

21.09.2021 Tíðindi
Sunnudagsskúli verður hildin hvønn sunnudag, bæði í missiónshúsum og kirkjum, og sum her, í Kirkjuhúsinum í Hvannasundi (savnsmynd).

TALVUDAGUR: Tey seinastu árini hevur eitt nýtt rák tikið seg upp í føroysku kirkjunum, og sum hevur gjørt sítt til, at talið av kirkjufólki eisini er vaksið.

Orð/mynd: Snorri Brend

Hetta rákið er, at tað í fleiri av kirkjum okkara er vorðið vanligt at hava sunnudagsskúla fyri børnini um somu tíð sum gudstænastan er.

Har tað ber til verða hesir sunnudagsskúlarnir hildnir í sjálvari kirkjuni, meðan ein aðrastaðni fer í onnur høli í nánd av kirkjuni við børnunum, millum annað í kirkjuhúsinum í Hvannasundi, haðani myndin stavar.

Tað er tó ikki allastaðni at tað er so, tí enn verða sunnudagsskúlar hjá Kirkjuligu Heimamissiónini hildnir, eins og vanligt hevur verið í áratíggjur, í missiónshúsinum í bygdini seinnapart sunnudag.

Til eitt slíkt víttfevnt arbeiði krevst sjálvandi tilfar og samskipan. Heimamissiónin hevur tí havt løntar barnaráðgevarar í mong ár, sum hava arbeitt út frá skrivstovu teirra í Leguhúsinum í Nesvík.

Alt slíkt arbeiði hevur útreiðslur við sær, og komandi sunnudag, 26. september, og sum er 17. sunnudag eftir trinitatis, er talvudagur júst fyri Sunnudagsskúlan hjá Kirkjuligu Heimamissiónini.

MØTA SO TRÚLIGA UPP
Sunnudagsskúlin virkar í nógvum bygdum í landinum, bæði í missiónshúsum og í kirkjum. Íalt eru umleið 30 sunnudagsskúlar kring landið, og av hesum eru 12 teirra í kirkjunum.

Nevnast má eisini í hesum viðfangi, at tað eru somuleiðis fleiri sunnudagsskúlar í Danmark, sum eru knýttir til Heimamissiónina í Føroyum.

- Børnunum dáma væl at koma í sunnudagsskúla, og nógv eru børnini kring landið, sum trúliga møta upp viku eftir viku, verður sagt úr sunnudagsskúlanum.

Sum nevnt, hevur Heimamissiónin ein familju- og barnaráðgeva í fulltíðarstarvi, nevniliga Jóhan Hansen úr Rituvík, sum byrjaði í starvinum 1. juli í ár. Hann hevur somuleiðis ein starvsfelaga, sum tekur sær av ungdómsarbeiðinum hjá hesi rørsluni, nevniliga Dánial Oddmarsson Olsen, sum byrjaði í sínum starvi 1. september.

Uppgávan hjá Jóhan Hansen er at stuðla arbeiðinum og hjálpa sunnudagsskúlunum kring landið millum annað við frálærutilfari, ráðgeving og menning av sunnudagsskúlaleiðarunum.

VÆLVILD
Umframt tað vanliga arbeiðið í sunnudagsskúlunum kring landið verða fleiri summarlegur hildnar í Nesvík og aðrastaðni hvørt summar.

Fleiri hundrað børn leita sær hvørt ár á legu, har tey eru til bíbliutímar, stuttleika sær úti og inni við at gera ítriv, spæla ítrótt, syngja og mangt mangt annað.

- Vit kunnu fegnast um, at tey seinastu árini er talið av luttakarum vaksið støðugt, siga tey frá sunnudagsskúlanum.

Arbeiðið hjá Sunnudagsskúlanum hjá Kirkjuligu Heimamissiónini verður fíggjað við gávum. Talvudagurin er tí ein góður fíggjarligur stuðul til stóra virksemið.

- Vit takka hjartaliga fyri vælvild frá kirkjuráðum og kirkjufólki og fyri gávuna, sum kemur inn, verður sagt í eini fráboðan frá sunnudagsskúlanum.